Í Ný Sælandi hava myndugleikarnir vónir um, at teir 29 menninir, sum hava verið niðri í einum kolanámi síðani eina spreinging fríggjadagin, eru á lívi. Tað sigur John Key, forsætisráðharri.
-Eftir teimum upplýsingum, sum eg havi fingið, er tað sannlíkt, at menninir hava funnið eitt stað við súrevni, og at teir tí framvegis eru á lívi, sigur forsætisráðharrin.
Teir 29 menninir eru í einum kolanámi nærhendis Greymouth, sum er vestantil á teirri syðru oynni. Hildið verður, at menninir eru einar 2.500 metrar inni í náminum og einar 150 metrar undir jørð.