Eru ikki harðari ímóti føroyingum enn ímóti øðrum

Tað er skiparin, sum hevur ábyrgdina av at ansa eftir, sigur leiðarin á fiskivinnueftirlitinum í Norðurnoregi

? Vit fara ikki øðrvísi fram ímóti føroyingum, enn ímóti øðrum.

Geir Olsen, stjóri fyri fiskivinnueftirlitið í Norðurnoregi afturvísur avgjørdur, at norska fiskivinnueftirlitið fer harðari fram ímóti føroyingum, enn ímóti øðrum tjóðum.

Hetta sigur hann við norska blaðið Fiskaren, sum hevur biðið hann um viðmerking til skuldsetingarnar úr Føroyum um, at norskir myndugleikar forfylgja føroyskum fiskimonnum.

Tað hann m.a. sipar til, er misnøgdin hjá skiparanum á Enniberg, sum varð tikin fyri at hava eitt prosent ov nógv av undirmálsfiski.

Hann sigur, at støðan er tann, at skiparin hevur ábyrgdina av at ansa eftir og at fara av eini leið, har hann fær meiri enn 15% av undirmálsfiski.

? Tá ið eftirlitið var umborð á Ennibergi, viðurkendi skiparin, at hann hevði fingið 21,8% av undirmálsfiski í einum háli. Hóast hetta, hálaði han aftur á somu leið og á sama dýpi. Eftirlitið kannaði eisini hetta hálið og í tí var 27,5% undirmálsfiskur. Men tað var ikki fyrrenn Enniberg hálaði triðju ferð á somu leið, at hann varð tikin, sigur Geir Olsen fyri Fiskaren