Tað eru framvegis nakrir løgtingslimir, sum ikki halda, at allir spurningar um, hvørja ávirkan tað fer at fáa at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum, eru svaraðir.
Løgtingið viðger eitt uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi, men summi tingfólk aftraðu seg, tí tey vilja ikki undir nøkrum umstøðum bera so í bandi, at kirkjan skal fáa skyldu at víga, ella at signa, eini samkynd hjún.
Eitt, sipað verður til, er grein 14, stykki tvey, í hjúnabandslógini, har tað stendur, at eini hjún kunnu fáa hjúnalagi signað í kirkjuni.
Hetta fata summi sum um at tey hava rættarkrav til at fáa signing í kirkjuni.
Men fyri at beina allan iva burtur, er ætlanin at samkynd skulu ikki kunna giftast, fyrrenn grein 14, stykki tvey, er strikað, ella broytt, so at samkynd hjún ikki skulu kunna krevja at verða signað í kirkjuni.
Umsitingin í Løgtinginum hevur staðfest, at verður grein 14, stykki tvey, strikað, kann ongin koma við lógini í hondini og krevja, at kirkjan skal signað eini hjún.
Men limirnir í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, eru ikki sannførd enn. Tí skal Jógvan Fríðriksson, biskupur, enn einaferð svara spurningum um støðuna hjá kirkjuni til samkynd hjúnalag.
Nú spyrja tey biskup, um ikki "stríðið og kjakið um signing av borgarliga giftum av sama kyni kortini flutt inn í kirkjuna", hóast grein 14, stykki tvey, verður strikað.
Tey spyrja eisini biskup um tað ikki hevði verið betri at lagt hetta heilt uttan fyri hjúnabandið og at gjørt eina aðra lóg um viðurskiftini hjá samkyndum.
Og so vilja tey eisini hava biskupin at greiða frá, hvat Guds orð veit at siga okkum um, at tvey av sama kyni liva saman á sama hátt sum tvey av hvør sínum kyni, sum tey málbera seg.
Í sending í Kringvarpinum herfyri, staðfesti biskupur, at verður grein 14, stykki tvey, strikað, er kirkjan leys av málinum.
- Ein borgarlig vígsla gevur øll rættindi, men at signa eitt hjúnalag er eitt mál fyri kirkjuna burturav, og tað er óneyðugt at hava nakra lóg um tað, tí kirkjan finnur sjálv útav, hvat hon ger á økinum, segði biskupur.