Gert Hansen hjá KÍF var ikki við í truplu byrjanini. Hann var skaddur fyrstu dystirnar, og tað vóru aðrir spælarar eisini. Og hann heldur, at týdningarmesta orsøkin til, at KÍF nú hevur fingið glið á, er, at allir mans aftur eru tøkir.
- Vit eru veruliga komnir ígongd, nú allir eru tøkir. Og sjálvandi hevði tað nógv at siga fyri sjálvsálitið, at vit vunnu móti Kyndli. Í dag mugu vit tó iðra okkum um, at vit ikki fingu sigurin, og í øllum førum haldi eg, at strandingarnir skulu vera meira nøgdir, enn vit eru tað.
Við trimum stigum í mun til tey ellivu hjá oddaliðunum er enn eitt fitt petti upp hjá KÍF, um teir skulu gera seg galdandi í stríðnum um ein finalusess. Men enn tykist Gert ikki vilja avskriva nakað sum helst.
- Kappingin er kanska blivin eitt sindur øðrvísi, enn roknað varð við. Fleiri væntaðu nógv av okkum, men higar til eru tað so hoyvíkingarnir, sum hava tikið flest fólk á bóli. Hjá okkum sær tó nakað betri út nú. Kunnu vit vinna á VÍF komandi umfarið, so fáa vit kanska minkað munin nakað, og so ivist eg ikki í, at tað fer at síggja nakað frægari út hjá okkum, sigur hann.