Í fjølmiðlunum hósdagin 9.9. søgdu umboð fyri landsstýrið og løgtingið í samgongu, at tey ikki ætlaðu sær at ganga andstøðuuppskotinum á møti, tí hetta var eitt mál sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum átti og skuldu samráðast um.
Spurningur mín er,
Er tað so, at løgtingslógir nú eru blivin partur av samráðingaruppleggi, sum t.d. Føroya Arbeiðsgevarafelag og feløgini sum umboða tímalønt til eina og hvørja tíð kunnu samráðast um og seta úr gildi, um so er at hesi kunnu semjast?
Ella kunnu t. d. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið semjast um at t. d. skattalógin skal setast úr gilldi?
Jákup Danielsen