Vikuskiftið 7. og 8. januar vórðu trý umfør í FM kappingini fyri lið spæld í Bridgehúsinum í Havn.
Úrslitini av dystunum vóru hesi:
1. deild
Farodane - Per Kallsberg, 20-10
Shell - Árant Berjastein, 8-22
Jórun Johannesen - Carl Mikkelsen, 3-25
Shell - Farodane, 4-25
Jórun Johannesen - Per Kallsberg, 7-13
Carl Mikkelsen - Árant Berjastein, 21-9
Árant Berjastein - Per Kallsberg, 16-14
Shell - Carl Mikkelsen, 20-10
Farodane - Jórun Johannesen, 25-0
Omanfyristandandi úrslit høvdu við sær, at liðið hjá Farodane nú er klárt á odda í landskappingini.Støðan eftir 7 umfør er henda:
1. Farodane, 152
2. Per Kallsberg, 117
3. Árant Berjastein, 110
4. Carl Mikkelsen, 101
5. Shell, 80
6. Jórun Johannesen, 52
2. deild
Debes Christiansen - Ásla Weihe, 5-25
Gunnar Mouritsen - John Reid Skoralíð, 22-8
Jenis Tummasarson - Jens Pauli G. Nolsøe, 6-24
Vágar - Reimund Langgaard, 3-25
Danny Transport - Súsanna Martinsdóttir, 10-20
Jens Pauli G. Nolsøe - Gunnar Mouritsen, 10-20
Debes Christiansen - Vágar, 21-9
Reimund Langgaard - Jenis Tummasarson, 23-7
Ásla Weihe - Súsanna Martinsdóttir, 19-11
John Reid Skoralíð - Danny Transport, 16-14
Danny Transport - Jenis Tummasarson, 25-1
Reimund Langgaard - Ásla Weihe, 21-9
John Reid Skoralíð - Vágar, 25-4
Jens Pauli G. Nolsøe - Debes Christiansen, 11-19
Súsanna Martinsdóttir - Gunnar Mouritsen, 25-0
Støðan í aðru deild er nú:
1. Ásla Weihe 114
2. Debes Christiansen 111
3. Reimund Langgaard 101
4. Jens Pauli G. Nolsøe 99
5. Súsanna Martinsdóttir 97
6. Danny Transport 95
7. John Reid Skoralíð 94
8. Gunnar Mouritsen 91
9. Vágar 47
10. Jenis Tummasarson 36
Tey næstu umførini, sum er tey seinastu í innleiðandi umfarinum, verða leikt 25. og 26. februar á Oyrarbakka. Tá ið innleiðandi umførini eru liðugt, fara tey fremstu liðini í 1. deild í eitt finalu-umfar. Tey bæði aftastu í 1. deild og tey bæði fremstu í 2. deild fara í ein bólk, har tey spæla um rættin at vera í 1. deild komandi kappingarár.
Spæli hesu ferð
Spælið her varð spælt, tá Villy Dam í heyst var í Bridgehúsinum og hevði skeið fyri bridgespælarar.
E/NS
J2
AKQ3
8765
432
AK965 10873
764 J52
KQ4 A9
Q5 AKJ8
Q4
1098
J1032
10976
Vestan skuldi royna seg í 4sp. Tað sá ikki út til at vera nakar trupulleiki, um trumfurin sat væl, og tað gjørdi hann. Men Oddmar Danielsen, sum sat Norðan, tók hj AKQ og sendi síðan tann fjórða hjartaran avstað.
Makkarin, Henriette Svenstrup, visti, at hetta var tann 13. hjartarin, og at hann vildi okkurt við hesum.
Hon trumfaði við spQ, og Oddmar kundi seinna taka tað setandi stikkið við spJ.
Eitt vakurt mótspæl.
Føroya Bjór Simultan
Tann næsta kappingin, FBS skipar fyri, er tann vælumtókta simultan kappingin, sum verður hildin á hvørjum árið. Lagt verður til brots kl. 10.00 leygardagin, og verður leikt á hesum støðum:
Spælt verður í Suðuroy (enn ikki avgjørt hvar), í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn. Møguliga verður eisini spælt í Vágum. Tilmelding til simultankappingina ferð fram hjá teimum ymsu feløgunum.
Steypakappingin
Steypakappingin fer nú skjótt í gongd. FBS heitir á lið um at tekna seg til kappingina sum skjótast hjá Boga Simonsen, kappingarleiðara, · telefon 31 20 33.