Miðlarnir hava dag eftir dag borið ófrætta tíðindi um bankar og fyritøkur, sum eftir óvandaligari stýring hava fingið stólin settan fyri hurðina. Ein fyri og onnur eftir falla sum korthús.
Starvsfólk og ognarar í bankum og fyritøkum, hava fingið boð um at her er onki at gera. Virksemi steðgar ella ognir, sum tú helt teg at eiga, eru nærmast virðisleysar.
Onkur skal gjalda prísin.
Pengar, sum øll hildu høvdu stórt virði, er nærmast ikki vert tað pappír, sum tað er prentað á. Ja, snedugt nokk, so eru virði í dagsins viðurskiftum, bert máld upp í pengum. Og tá pengar onki virði hava, so hava vit heldur ongi virðir?
Álitið á fyritøkur og fólk eru mált í pengum. Fólk og fyritøkur við nógvum pengum hava ella høvdu størri álit millum manna. Hesi skuldi man síggja upp til, líkamikið hvussu tey vóru komin framat teimum.
Og í hesi strembanini at fáa fleiri pengar, til tess at vinna størri álit, hava fólk og fyritøkur, sett alt í váða. Konservativur hugsunarháttur um at vanda sær við tí tú eigur er avloyst við at satsa alt tú hevur. Og tá kemur orðafelli um, at hann í onki satsar, hann einki vinnur. Bíbliska frásøgnin um talentirnar er umsett til pengar. Set so nógvar pengar í partabrøv ella ognir sum gjørligt, tí tá skal tú vinna enn fleiri pengar?
Ongin setti spurning við, hvar pengarnir til enn fleiri pengar skuldu koma frá? Ongin setti spurning við, at tá tú skalt vinna, so má onkur tapa. Bíbliska frásøgnin spøkir aftur. Hevur tú onki vunnið, so hevur tú tapt og tínar talentir rukku ikki til at verða við í skaranum av teimum sum hava álit millum manna.
Eru so pengar ikki rótin til alt ónt?
Jamen, kanst tú siga, vóru tað ikki pengar, so var tað okkurt annað sum skuldi brúkast til mennað og tryggja framburð í samfelagnum. Víst hevði tað verið so, men hevur nú allur framburður verið so skilagóður? Tá vit ikki tosað um pengar, so tosað vit um hóttanirnar av at vit menniskju ikki vanda okkum um liviumstøðurnar á jørðina og tá leggja vit lítið í, um hon skal latast øðrum at liva í. Ella er trúgv okkara so sterk um at jørðin skal nokk forganga og tá er ongin grund til at fyribyrgja at so verður?
Vit trúgva at vit sleppa í paradísið, óansæð hvussu ólátaði vit hava verið á jørðini. Tað hevði list meg at vita, hvussu talentroknistykkið verður gjørt upp. Hvørji talentir fara at telja mest á dómadegnum ella verða vit bara roknaði fyri at verða líka?