Fiskivinna
Arbeiðið á flakavirkinum í Hvalba er tryggjað.
í øllum førum í eina tíð afturat.
Nú eru eitt sindur síðani, at virkið í Hvalba fór í gjaldssteðg. Men tá ið tað skuldi halda uppat, gjørdi Føroya Fiskasøla av at taka um endan.
Fiskasølan hevur leigað virkið frá búnum og hevur síðani tryggjað arbeiðið á einasta stóra arbeiðsplássi í Hvalba.
Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sigur, at hetta er at meta sum eina roynd hjá Fiskasøluni.
Og higartil hevur hann verið so mikið væl foreintur við royndina, at hann ætlar ikki, at Fiskasølan skal sleppa endanum í Hvalba.
?Vit ætla okkum at halda fram við virkseminum í Hvalba, sigur hann.
Men einaferð skal búgvið gerast upp, ella virkið onkusvegna endurreisast og stjórin á Fiskasøluni hevur í dag onki boð uppá, hvussu framtíðin á virkinum verður.
? Enn er ov tíðliga at siga, um vit kanska keypa virkið, ella, hvussu framtíðin hjá okkum í Hvalba verður yvirhøvur, sigur Hans Johannus á Brúgv.
Støðugt arbeiði
Fiskasølan hevur nú rikið virkið í Hvalba í einar tríggjar mánaðir og hesa tíðina hevur verið hampiliga nógv arbeiði.
Hvussu nógv tons, virkið hevur tikið ímóti hesa tíðina, veit hann ikki við vissu, men tað hevur verið heilt fitt.
Hann sigur, at beinleiðis orsøkin til, at tey gjørdu av at leiga virkið í Hvalba, er, at Fiskasølan hevur brúk fyri at sleppa at selja kongafiskin, svartkalvan og hini fiskasløgini, sum verða virkað har. Og tað mesta, sum verður fiskað undir Føroyum av hesum fiskasløgunum, verður avreitt í Hvalba.
?Vit seldu nógvan fisk fyri hvalbingar frammanundan og vit hildu, at tað var skeivt at sleppa hesum partinum av søluni uttan víðari.
Hesa tíðina, Fiskasølan hevur leigað virkið, er tað hon, sum hevur keypt fiskin frá skipunum og hevur latið hann virka á virkinum í Hvalba, fyri síðani aftur at selja tann virkaða fiskin.
Hans Johannus á Brúgv sigur, at hann er væl nøgdur við gongdina og hann leggur afturat, at higartil hevur Fiskasølan havt vinning av virkseminum í Hvalba.
Ómetaliga tungt
Fólk, sum hava tilknýti til fiskivinna meta, at letur virkið í Hvalba fyrst aftur, fer tað at vera ómetaliga møtimikið at fáa tað latið upp aftur, tí tá skulu ES-krøv av øllum handa slagi lúkast, áðrenn tað kann lata upp aftur, og so verður tað hildið at blíva ov dýrt.
Hetta hevði verið ein ómissandi smeitur hjá kommununi, sum fær ein heilt munandi part av sínum skattakrónum frá tí, sum arbeiðsfólkið á virkinum forvinnur.
Og hjá lemmatrolarunum hevði tað somuleiðis komið sera illa við, tí virkið í Hvalba hevur spesialiserað seg í at arbeiða kongafisk og onnur fiskasløg, sum lemmatrolararnir fiska.
Og letur virkið aftur, verður eitt tað mest týðandi virkið í landinum á hesum øki ikki við í kappingini um fiskin og tað hevði verið ógvuliga óheppið hjá lemmatrolarunum.