Tað eru Eyðun Olsen og Bárður Poulsen, sum standa fyri dagligu leiðsluni av Vestmanna Seafood. Báðir eru teir vestmenningar og uppvaksnir í Vestmanna. Fyrrnevndi er stjóri og royndur í leikum innan fiskaframleiðslu gjøgnum mong ár, og hin seinni hevur serliga siglt sum skipari við ísfiskatrolara og byrjaði hjá Vestmanna Seafood í 2012.
Hóast stjórin rósar stóru uppsjóvarfyritøkunum fyri gott samstarv og heldur, at hesi saktans unna einum lutfalsliga lítlum virki sum virkinum í Vestmanna lut í makrel-og sildatilfeinginum, so fegnast hann kortini um kunngerðina, sum nú er til hoyringar um økiskvotur á uppsjóvarfiski.
- Eg haldi, at ætlaða skipanin við økiskvotum passar væl inn í myndina hjá okkum her í Vestmanna. Vit hava virkið og arbeiðsfólkið, og vit hava neyðugu loyvini og royndirnar. Vit hava eisini prógvað, at meira kann fáast burtur úr tilfeinginum við at einkultfrysta og selja makrel sum catering, og her hava vit marknaðin.
Eyðun Olsen vísir á, at tey á Vestmanna Seafood eru til reiðar at taka meira á seg í makrel-og sildavertíðini, og teimum vantar bara meira rávøru til framleiðsluna. Stjórin heldur ikki, at pláss er fyri Vestmanna Seafood til hagreiðing av munandi nøgdum av botnfiski, og tí er hetta virksemi bara ein ískoytispartur.
- Okkum dámar eisini at royna at gera okkurt, sum hinir ikki gera, og eingin fer illa, um vit her í Vestmanna fáa atgongd til ein lutfalsliga lítlan part av uppsjóvartilfeinginum, sigur Eyðun Olsen, sum leggur aftrat, at teir ætla at liggja fram við, tá økiskvotur verða útlutaðar í næstum.
Sambært Fiskimálaráðnum verða 8500 tons av makreli, 7000 tons av sild og 41000 av svartkjafti boðin út sum økiskvotur í ár, og í Vestmanna ætla tey at liggja fram við at fáa lut í makreli og sild í hesum umfari, tí ynski hjá Vestmanna Seafood er sjálvsagt at hava arbeiði á virkinum alla makrel-og sildavertíðina.