Alfred Olsen
løgtingsmaður
Er hald í tíðindunum, sum hava verið nógv frammi í fjølmiðlunum hesar seinastu dagarnar, um at upp til fimm ferðir so nógvur fiskur er farin beinleiðis av landinum higartil í ár, sum alt árið í fjør?
Vinnuhúsið
Tølini sum tíðindini byggja á, eru komin frá Vinnuhúsinum, sum hevur hagtølini frá sjálvum Fiskiveiðueftirlitinum, so tey burdu verið røtt, men eg loyvi mær at ivast og fari tí at heita á Fiskiveiðueftirlitið um at kunngera tølini fyri 2003 og 2004 í bløðum og kringvarpið.
Hagtøl
Hagtalsgreiningin í Føroyum hevur verið kritiserað og er ikki okkara sterka síða, og tí kunnu hagtøl sum í hesum føri verða brúkt til skaða fyri okkara skip, sjómenn og útróðramenn, sum av órøttum blíva stillaðir fram sum teir í sigla uttanlanda við fiskinum, fyri at skaða tey føroysku virkini.
Hvør verður so spurdur?
Eg havi lagt til merkis, at t.d. Útvarpið ikki spyr skipini ella sjómenninar um hagtølini eru røtt, men spyr virkini og har fáa at vita, at verri hevur verið hjá teimum í ár at fingið fatur í fiski, og at hetta kemur av, at so nógvur fiskur verður landaður uttanlands, og mæla til at skipini vera straffaði við einum gjaldið fyri hvørt kilo.
Men hvat nú um tølini eru skeiv?
Men hvat nú, um tað vísur seg, at tølini fyri í fjør eru skeiv, og at vit hava haft eina so positiva gongd í ár, at avreiðingarnar uttanlands eru minkaðar og bert eru ein partur av tí sum var í fjør? Hvat nú, um tað vísur seg, at t.d. toskur landaður uttanlands í fjør var 3.430 tons í staðin fyri 343 tons?, og um støðan er tann sama við hýsu og upsanum, so hava skipini í ár minka um landingarnar uttanlands munandi, og tað eiga vit at sonnum at fegnast um, men so verður spurningurin um hvør orsøkin er fyri at virkini ikki hava fingið fatur í fiskinum?
Hava tíðindini um tey nógvu túsund tonsini veri ósonn?
Hesi seinastu árini hava vit hoyrt tíðindi um at fleiri túsundtals tons eru landaði uttanlands hvørt ár, og hetta hevur skapt øsing í fólkinum og verið brúkt av virkjum mótvegis skipum og bátum, men samb. hagtølunum fyri 2004 so eru tilsamans 1.632 tons landaði uttanlands av toski, hýsu og upsa og eg má tí spyrja, hava hagtølini sum tíðindini hava bygt á, verið skeiv hesi árini?
Skeiv hagtøl eru skaðilig
Tað er sjálvandi til skaða fyri alt føroyskt vinnulív, um tíðindi um uttanlandslandingar byggja á skeiv hagtøl, sum koma frá sjálvum Fiskiveiðueftirlitinum, tí tey er við til at bróta niður forholdið millum skip, útróðrabátar og virkir, og øsa tað føroyska fólkið upp móti skipum og sjófólki okkara.
Veruleikin
Eg ivist ikki í, at øll skip og allir útróðrabátur saman við manningunum, ynskja at veiðan verður keypt og virkað av føroyskum virkjum, og at ongin selur uttanlands, bara fyri at selja uttanlands ella fyri at skaða tey føroysku virkini. Men skipini kunnu koma út í støður t.d. tá verkføll eru, ella tey onki boð fáa uppá fiskin, at tey eru noydd at fara uttanlands við fiskinum, men tað eigur at hoyri til undantøkini og eg meti, at sølur uttanlands í ár hoyra til slík undantøk.
Fiskurin virkast í Føroyum
Fiskiríkidømið undir Føroyum er tað vit liva av og koma at liva av nógv ár framyvir, og tí er avgerðandi, at skipini og bátarnir fáa tær bestu umstøður at virka undir, fyri at tey kunnu hava yvirskot. Eisini er avgerðandi, at virkini í Føroyum eru førð fyri at keypa fiskin, so hann kann blíva virkaður, virðisøktur og seldur sum liðugt produkt til ein høgan prís, so virkini eisini kunnu hava yvirskot, og hesi endamál meti eg vit kunnu náa, við tí dugnaliga fólki vit hava umborð á skipum og bátum, og røskum arbeiðsfólki á virkjunum og við einum hækkandi fiskaprísi, sum tað minkandi útboðið av fiskavørum men øktið eftirspurningurin eftir fiskavørum í Evropa og aðrarstaðir í heiminum skapar.
Tí er umráðandi, at vit ikki lata skeiv hagtøl fáa loyvi til at seta kýlar millum fólkið og virkini mótvegis skipum, bátum og sjófólki okkara, men at vit øll standa saman, og virka til gagns fyri land og fólk.