Finnleif Guttesen
Halda teir, løgmaður, landsstýrismenn, løgtingsmenn valdir í Suðuroy og samgongan, suðuroyingar fyri tað turra spott?
Hetta eru viðkomandi spurningar, sum eru stillaðir áður. Menn tað sýnist, sum omanfyri standandi politikarar eru farnir undir heilt í hesum málinum.
Fleiri suðuroyingar spyrja seg sjálvan nú, um teir eru hildnir fyri gjøldur av teimum fólkavaldu løgtingsmonnunum, landsstýrismonnunum og løgmanni.
Flest allir suðuroyingar vóru fegnir tá ið teir hoyrdu um ætlanina, at byggja ellisheim í Vági, har brúk bleiv fyri 35 almennum arbeiðsplássum, tí arbeiðspláss er ein stór mangulvøra í Suðuroy.
Tað er væl ikki so galið, at samgongan dregur í land, tí ein kommuna, ikki treytaleyst tekur undir við uppskotinum?
Ella var framferðarhátturin frá samgonguni við vilja so ófantaligur, at teir kendu svari, áðrenn fari var úr Tinganesi?