Eru útseldar um alt Evropa

Øll vilja vera íslendingar og tí er nærum ógjørligt at fáa hendur á íslendsku landsliðstroyggjuni.

Íslendska landsliðið ríður enn á aldukambinum í hesum EM-endaspælinum og áhugin fyri liðnum er størri enn nakrantíð áður. Áhugin er nú so stórur, at tað er nærum ógjørligt at fáa hendur á íslendsku landsliðstroyggjuni, hvørki í Íslandi ella aðrastaðni.

 

Eitt er, at íslendarar sjálvir allir royna at ogna sær eitt eintak av landsliðstroyggjuni, men nógvu ferðafólkini vilja eisini hava eina, til minnis um bæði EM og vitjan sína í Íslandi. Fleiri keypa eisini til vinfólk.

 

Í Íslandi er fólk nú farin at selja troyggjur sínar privat og onkur hevur hug at kalla tað fyri ein duldan ella svartan marknað. 

 

Ein av handlunum, sum hevur havt íslendsku landsliðstroyggjuna til sølu er ítróttarhandilin í Klingruni.

- Vit fingu 40 troyggir inn undan dystinum móti Onglandi, men tær vóru seldar longu eftir tveimum tímum, sigur eitt av starvsfólkunum við norska miðilin VG. Hann sigur, at starvsfólkini vanliga eru ílatin landsliðstroyggjurnar í samband við landsdystirnar, men í farnu viku hendi nakað óvæntað.

- Ein kundi peikaði á troyggjuna hjá einum av mínum starvsfeløgum og spurdi, um hann kundi keypa hana fyri trífaldan prís, 1.600 krónur. Starvsfelagin tók av tilboðnum, sigur hann. Vanligur prísur er um 650 krónur.

 

VG skrivar eisini, at í Noregi er so gott sum útselt. Allarhelst eru tað bæði nógvu íslendararnir í Noregi og aðrir fjepparar, ið vilja hava lut í ævintýrinum. Í fleiri handlum eru langir bíðilistar fyri at fáa íslendsku landsliðstroyggjuna.

 

Sambært enska blaðnum The Mirror, er íslendska troyggjan tann, ið selur mest av øllum landsliðstroyggjunum hetta endaspælið. Hon selur enntá betri í Onglandi enn enska landsliðstroyggjan. Tað var jú Ongland, sum seinast mátti lúta fyri íslendsku spælarunum.

 

Í kvøld skal íslenska landsliðið aftur royna seg, hesaferð í kvartfinaluni. Mótstøðuliðið er vertstjóðin Frakland. Dysturin byrjar klokkan 20 og sum siður hevur verið í summar, verður dysturin vístur á stórskermi við trappuna í Vágsbotni. Dysturin verður eisini vístur í Løkshøll.

 

Ísland er nú einans tveir sigrar undan EM-finaluni í fótbólti.