Valur tapti eisini triðu meistaraskapsfinaluna - Fram er íslandsmeistari 2025

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali mugu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali høvdu í kvøld ryggin móti múrinum undan triðu meistaraskapsfinaluni móti Fram. Fram hevði vunnið tvær tær fyrstu meistaraskapsfinalurnar, og tí mátti Valur vinna dystin í kvøld í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. 

 

Men tað endaði við 28-27 sigri til Fram, ið kann stórfegnast um at hava vunnið greipuna í Íslandi.

 

 

Bjarni javnaði til støðuna 27-27 við 30 sekundum eftir á klokkuni. Men Fram dugdi at gagnnýta seinasta álopið.  Þorsteinn Gauti Hjálmarsson skoraði til støðuna 28-27 til Fram við fáum sekundum eftir av dystinum. Valur tók leikbrá, og eftir tað mátti teir gera skjótt av, og tað endaði við, at teir sendu bóltin uppum málið hjá Fram. Sostatt vann Fram samlaðu finaluuppgerðina 3-0, og hevur tí vunnið eitt uppiborið meistaraheitið.

 

Tað hevur verið eitt minniligt ár hjá Bjarna og Allan, ið nú hava fingið silvurheiðursmerki um hálsin. Bjarni endaði kappingarárið við at skjóta trý mál.

 

Í steypafinaluna vann Fram á Jóhannes Bjørgvin og hansara leikfeløgum í Stjörnuni, so teir í Fram hava verið føroyingaliðunum boysnir hetta kappingarárið.