Í fjør og fyrra ári vóru eingir læraradagar, men tað verða tað komandi ár, í átta dagar í januar og februar – hesa ferð sum dagsskeið í átta ymsum skúlum kring landið. Tað er Nám, sum skipar fyri læraradøgunum í samstarvi við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.
Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.
Teir átta skeiðsdagarnar verða teir 39 skúlarnir býttir sundir í átta bólkar, har hvør bólkur verður í einum skúla, og tann dagin skeiðið er, hava næmingarnir í teimum skúlunum frí, skrivar skulabladid.fo millum annað.
Øll greinin sæst her Læraradagar í nýggjum hami