Ungfólk, íverksetan og útjaðarin.
Hesi trý hugtøkini verða tvinnað saman í nýggju verkætlanini, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya er vorðin partur av. Verkætlanin er ein NPP (Northern Periphery Programme) verkætlan og verður nevnd RYE-Rural Youth Entrepreneurship.
Londini, sum luttaka í verkætlanini, eru Føroyar (Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, har Olga Biskopstø er verkætlanarleiðari), Finland (Innova-Center for Innovation and Entrepreneurship), Grønland (Qeqqata Erhvervsråd) og Írland (Rural Development Council & Advantage undir Invest Northern Irland).
Verkætlanin hevur fingið eitt lættari navn, ið er SPARK og eitt búmerki.
Endamálið við verkætlanini er at eggja til og skapa møguleikar fyri, at fleiri ungfólk í útjaðaranum gerast íverksetarar.
- Verkætlanin SPARK byrjaði hin 1. januar 2012 og endar hin 1.januar 2014. Í hesum tíðarskeiði er ætlanin at hava eina greiða lýsing av møguleikum og umstøðum hjá ungum at gerast íverksetarar í Føroyum, og byggja upp eitt konsept, ið ger tað lættari hjá ungdómi at koma í gongd við egið virkið.
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning sigur, at hetta skal gerast í tøttum samstarvi við teir stovnar, ið longu arbeiða við sama endamáli.