ES-boykottið nærkast

Europanevndin hjá Fólkatinginum er nú kunnað um, at ES fer at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum. Tað hendir sjey dagar eftir at nevndin fyri »sprog- og juridiske tjenester« hevur viðgjørt málið.

 

Nicolai Wammen, evroparáðharri í donsku stjórnini, hevur sent evropanevndini eitt kunningarskriv, har hann boðar frá tiltøkunum, sum verða sett í verk ímóti Føroyum med henblik på at sikre bevarelsen af bestanden af atlanto-skandisk sild, sum skrivað stendur.

 

Tað var 31. juli, at fiskivinnunevndin hjá ES tók støðu til, at tiltøkini skulu setast í verk grundað á, at Føroyar hava ásett sær sína egnu kvotu upp á 17 prosent av samlaðu kvotuni í mun til tey 5,16 prosentini, sum strandalondini hava tillutað Føroyum.

 

Kommisjónin hevur sagt, at Føroyar ikki hava víst veruligan vilja at samráðast, tí at Føroya beinanvegin ásettu sær hægri kvotu, og tí varð avgerðin um tiltøk tinkin 17. mai í ár.

 

Nicolai Wammen vísir í kunningini til Evropanevndina hjá Fólkatinginum á, at Føroyar í brævi til ES kommisjónina 17. juni hava gjørt greitt, at Føroyar vóru og framvegis eru sinnaðar at samráðast.

 

– Við atkvøðugreiðsluna í fiskivinnunevndini hjá ES 31. juli gjørdist úrslitið, at ein kvalifiseraður meiriluti var fyri at seta tiltøkini í verk. Danmark atkvøddi tó ímóti. Tiltøkini hava við sær forboð ímóti innflutningi og umskipan av fiski og fiskaúrdráttum úr sildi og makreli, eins og ES-havnir verða stongdar fyri skipum, sum føra sild og makrel úr Føroyum, sigur Nicolai Wammen.

 

Uppskotið um boykott skal tó ígjøgnum nevndina fyri »sprog- og juridiske tjenester« hjá kommisjónini, og tá tann viðgerðin er liðug, ganga sjey dagar, til tiltøkini verða sett í verk.