ES: Búskapurin kemur á føtur aftur í ár

ES væntar, at europeiski búskapurin síðst í árinum verður á sama støði sum áðrenn koronu

Europeiska Samveldið (ES) væntar búskaparligan vøkstur á 4,8 prosent í ár.

 

Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá ES nevndini.

 

Búskaparligu útlitini eru betri nú, enn tey vóru fyrr í ár, og ES roknar við, at í fjórða ársfjórðingi verður búskapurin í ES á sama støði sum áðrenn koronu.

 

Ritzau skrivar, at framgongdin botnar í, at lægri smittutøl og færri innleggingar gera, at ES londini kunnu linka tilmælini í sambandi við koronu. Hetta fer at hava við sær framgongd í vinnum, sum hava verið harðast raktar av koronu – eitt nú ferðavinnuni, matstovuvinnuni og hotellvinnuni.

 

ES sigur, at lond við stórari ferðavinnu – Spania, Grikkaland og Portugal – hava verið harðast rakt av koronufarsóttini.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)