Annfinn Brekkstein
Samgongan hevur sett Visión 2015 á dagskránna, og Føroyar skulu verða millum fremstu lond í 2015. Men áðrenn tað mugu politikarar taka støðu til ES-limaskap, ella tora at kjakast um tað. Javnaðarflokkurin hevur boðað, frá at EFTA-limaskapur er tann rætti vegurin, meðan Fólkaflokkurin hevur start seg blindan á íslandssáttmálan og vil ikki hoyra talan um nakað.
Sambandsflokkurin ynskir at taka samráðingar upp við ES, fyri harvið at fáa staðfest fyrimunir og vansar við ES-limaskapi. Men ikki sær út til, at politisk undirtøka er fyri hesum í løtuni.
Tað óskiljandi í hesum er, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við sjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum, tí tað er nevnliga beint ímóti tí, sum systirflokkarnir hjá Javnaðarflokkinum í norðurlondum gera. Teir eru nevniliga forsprákarar fyri ES-limaskapi.
At Javnaðarflokkurin ynskir, at Føroyar skulu fáa EFTA-limaskap, er at flyta okkum 50 ár aftur í tíðina og ein óskiljandi útmelding. Hetta, tí EFTA skjótt kann gerast ein amputeraður felagskapur, um Noreg og Ísland gerast limir í ES. Hesin spádómur sær eisini út til at halda, tí íslendskur toppolitikari hevur um dagarnir meldað klárt út, at hann heldur at Ísland eigur at gerast limir í ES.
Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða fyri betraðum marknaðarviðurskiftum fyri okkara vinnulív. Hetta náða vit bert við at kanna fyrimunir og vansar við ES-limaskapi, tí ES er okkara størsti og gagnligasti marknaður.
Skulu vit røkka teimum málum, ið sett eru fyri Visión 2015, mugu vit tora at taka avgerðir, sum koma at broyta okkara samfelag. Harvið er ikki sagt, at tað verður til tað verra, men eitt ørvísi samfelag kann eisini merkja eitt betri samfelag fyri øll, hægri livifótur, hægri pensiónir o.s.fr.
Eg eri púra samdur við sambandstingsmanninum Jóhan Dahl, tá hann sigur, at tíðin er komin, at politikarar mugu finna eina loysn, har vit verða limir í ES ongantíð ov skjótt.
Tað er ein sannroynd, at ES-limaskapur hevur eitt ótal av møguleikum við sær, sum kunnu styrkja okkara oyggjasamfelag. Vit skulu tora at ganga nýggjar leiðir, og tora at lata hurðarnar upp fyri útheiminum, tí tá verða hurðarnir latnar upp fyri okkum úti í heimi. Ikki fyrr enn tá er Visión 2015 veruliga í eygsjón.
Taka vit ikki støðu til ES-limaskapin, er vandi fyri, at Føroyar koma at liggja avbyrgdar úti í Norðuratlandshavinum og av Visión 2015 kann gerast ein marra fyri okkum.