ES finst at kópaveiði

Í Noreg hava tey eitt ráð, sum tey rópa ?Sjøpattedyrrådet?. Hetta ráð stúrir nú fyri sjónarmiðjunum hjá ES mótvegis kópaveiði

Sum skilst, ætlar ES at seta bann fyri innflutningi av vørum, sum eru virkaðar út kópi.

Sjøpattedyrrådet heldur, at eitt slíkt stig sum frá líður fer at merkja, at bann eisini verður sett fyri kópaveiði og virking av vørum úr kópi.

Ráðið hevur tí vent sær til norsku myndugleikarnar við hesum máli og hevur biðið teir geva spurninginum um kópavørur høga raðfesting ? eisini á politiskum stigi