ES-limaskapur ein treyt fyri visjón 2015

-Eftir mínum tykki hongur ES-limaskapur og visjón 2015 óloysiliga saman. Skulu vit gjøgnumføra allar ætlaninar í samband við visjón 2015 er alneyðugt við tættari samstarvi-helst limaskapi við ES, heldur formaðurin í uttanlandsnevndini, Johan Dahl. Sambandstingmaðurin sigur seg vera ivingarsaman um limaskap í EFTA

-Ta_ er altí_ gott at hava visjónir, men visjón 2015 er rættiliga óítøkilig. Eg taki fult undir vi_, at vit skulu ra_festa gransking og útbúgving hægri, men vit liva also eisini í 2005, 2006 og 2007. Høvu_svinnan hjá okkum er í løtum í svárum trupulleikum, og vit mugu ongantí_ ov skjótt finna eina loysn, so fiskvinnan kann tryggja eina størri vir_isskapan, seg_i sambandstingma_urin, Johan Dahl, í síni umrø_u av løgmansrø_uni mikudagin.

Stendur ta_ til Johan Dahl og Sambandsflokkin er limaskapur í ES ein partur av loysnini, sum skal tryggja ein ney_ugan frambur_in í føroyska samfelagnum.
Stóra fyrimyndin hjá Johan Dahl er Írland, sum saman vi_ Danmark og Stórabretlandi fór upp í ES 1. januar 1973.
-Írland var eitt rættiliga tilafturskomi_ land. Teir mintu ikki sørt um Hetland í dag. Ta_ hevur kortini gingi_ vi_ strúkandi fer_, eftir teir komu upp í ES, og landi_ er í dag rættiliga frammaliga. Írland hevur veri_ bólka_ sum ein útja_ari í ES og hetta hevur givi_ teimum atgongd til ein vakstrarætlan hjá ES, sum hevur veri_ rættiliga avgerandi fyri frambur_in hjá Írlandi seinastu 20 árini, vísir Johan Dahl.
Johan Dahl sær fyri sær, at Føroyar sum ES-limur gjøgnum danska kongaríki_ kundi veri_ kn_tt at líknandi vakstrarætlan, sum Írland var á sínni.

Hugbur_broyting
Stóri knúturin í kjakinum um føroyskan limaskap í ES hevur altí_ veri_ felags fiskivinnupolitikkurin í ES. Føroyska fólki_ og politisku myndugleikarnir hava áhaldandi víst á, at ta_ kann ikki tæna føroyska samfelagnum at stóra inntøkukeldan, fiskivinnan, ver_ur umsitin úr Brússel og ikki á Tinganesi.
Johan Dahl heldur, at tí_in er komin til at sa_la um, og hann eftirl_sir eina grundleggjandi hugbur_sbroyting á hesum økinum.
-Eg eri als ikki samdur vi_ teimum, sum siga, at vit missa alt okkara ríkidømi, um vit gerast limur í ES. Tú mást leggja tær í geyma, at okkara ríkidømi er ikki meir enn gó_ hálv onnur milliard í útflutningi hvørt ár. Hetta er also ikki meir enn ein lítil fyritøka megnar at framlei_a í útlondunum. Vit ver_a noydd at hyggja eftir ø_rum vi_urskiftum, enn at halda krampakent fast um okkara rættindi og kvotur, tá vit vi_gera spurningin um ES-limaskap, sigur hann.
Forma_urin í uttanlandsnevndini heldur ikki, at føroyingar skulu vera so óttafullir fyri at lata ein part av fiskivinnuríkidøminum til ES, tí limaskapurin gevur atgongd til fleiri skipanir, sum vit ikki hava í dag.
-Ta_ er møguligt, at vit missa nøkur rættindi vi_ limaskapi, men tú mást ikki gloyma, at vit hinvegin eisini vinna nógv rættindi. Gransking er eitt gandaor_ í løgmansrø_uni, og vit mugu ikki gloyma at gransking er eitt kostna_armiki_ øki. ES hevur fleiri granskingarskipanir, sum vit kundu gjørt okkum dælt av, um vit vóru limur í samveldinum. Ta_ hev_i veri_ ein funnin fressur hjá okkum at veri_ partur av granskingarætlaninum hjá ES, heldur Johan Dahl.
Hann leggur afturat, at Føroyar eru líti_ og einki í tí stóru myndini í Evropa, og tískil eru vit noydd at geva naka_ fyri at fáa naka_ úr Brússel.
-Vit ganga og halda okkum vera nógv t_dningarmiklari, enn vit í roynd og veru. Vit eru 48.000 fólk og vit mugu slett ikki halda, at vit eru hjarta av Evropa, sum mong fullveldisfólk vilja vera vi_. Skulu vit hava naka_ úr ES, so eru vit noydd at geva naka_. Hetta er "give and take", vísir hann á.

Vi_breki_ mál
Sambandsflokkurin er higartil einasti føroyski flokkur, sum greitt hevur givi_ til kennar, at flokkurin ynskir, at Føroyar gerast limur í Evropeiska Samveldinum. Hinvegin hava restina av flokkunum veri_ trekir, tá spurningurin um ES-limaskap hevur veri_ umrøddur.
Johan Dahl heldur seg kortini hava varnast eina hugbur_sbroyting í hinum flokkunum vi_víkjandi spurninginum um ES. Hann heldur at flokkarnar eru meira sinna_ir at kjakast um spurningin enn nakrantí_.
Spurdur um hann veruliga tr_r, at sitandi samgonga megnar at finna eina semju um ES-limaskap, svarar Johan Dahl:
-Ta_ dugi eg ikki at siga í løtuni, tí ta_ eru rættiliga deildar meiningar í samgonguni um spurningin. Men er samgongan so framatrætta, sum hon hevur víst vi_ visjón 2015, so má hon tora at taka spurningin upp. Eftir mínum tykki hongur ES-limaskapur og visjón 2015 óloysiliga saman. Skulu vit gjøgnumføra allar ætlaninar í samband vi_ visjón 2015 er ney_ugt vi_ tættari samstarvi-helst limaskapi vi_ ES.

EFTA
Í løgmansrø_uni á ólavsøku kom undan kavi, at landsst_ri_ hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu søkja um limaskap í EFTA. Í rø_u síni vísti løgma_ur á, at ein limaskapur í EFTA vil hava vi_ sær, at Føroyar vinna sær tey sonevndu f_ra frælsini vi_ Ísland, Noreg, Sveis og Liktenstein, sum eru limalondini í EFTA.
Føroyar kunnu harumframt fáa fríhandil vi_ tey fjúrtan londini, sum EFTA hevur fríhandilssáttmálar vi_. Móttøkan fyri ætlanini um EFTA-limaskap hjá landsst_rinum hava veri_ misjøvn.
Búskaparfrø_ingurin, Óli Samró, seg_i fyrr í vikuni vi_ Útvarp Føroya, at limaskapur í EFTA er ein roynd at sleppa upp á seinasta rekandi flakan, sum hann málbar seg.
-Hetta er ein roynd at koma í ein altjó_a felagsskap uttan at vilja taka stø_u til ES-spurningin, helt Óli Samró fyri.
Forma_urin í uttanlandsnevndini er samdur vi_ Óla Samró.
-Eg eri persónliga skeptiskur vi_víkjandi limaskapi í EFTA, tí stovnurin er ein doyggjandi eind. Ta_ er einki dulsmál, at ES er ta_ stóra, me_an EFTA er bara næstbest. Hvat er vir_i_ í EFTA, tá Ísland og Noreg fara upp í ES?, spyr Johan Dahl at enda.