Tað segði ES nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, á tíðindafundi í gjár í sambandi við ES toppfundin í Brússel.
Í gjár var spurningurin um endurnýggjaðu ES-fíggjarætlanina á borðini hjá ríkis- og stjórnarleiðarunum. Málið var ikki at røkka eini avtalu á hesum toppfundinum, men at kjakast um politisku raðfestingarnar í eini endurskoðaðari ætlan. Tað eydnaðist, heldur Ursula von der Leyen.
ES nevndin hevur lagt fram eitt uppskot, sum leggur upp til at víðka ES-fíggjarætlnanina við fleiri enn 500 milliardum krónum.
/ritzau/