KANNINGAR
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at fleiri vísundaligar kanningar verða gjørdar av makreli sum heild. Hann ivast onga løtu í, at slíkar kanningar kunnu fáa stóran týdning fyri føroyska kravið um ein betri kvotupart. Hann vísir á, at tær kanningar, sum eru gjørdar, styrkja føroysku ynskini og krøvini.
- Men tað vísir seg, at ES og Noreg treyðugt vilja verða við til at gera tær kanningar, sum eru neyðugar fyri at staðfesta útbreiðsluna í øllum økinum, soleiðis at hetta kann liggja til grunds fyri einum øðrvísi býti, nú tað vísir seg, at nógv meiri makrelur er her vesturi.
Hann sigur, at tað serliga er ES, sum hevur avvíst blankt, men Noreg var við í teimum kanningum, sum gjørdar vórðu í fjør.
- Í ár eru londini ikki áhugaði í at gera slíkar vísundaligar kanningar, sum vit halda áttu at verið gjørdar, helst mánaða fyri mánaða, sigur Jacob Vestergaard.
Makrelur gýtir
Kanningar, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason gjørdi í fjør summar, vísa, at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi. Londini, sum vóru við í kanningini í fjør, vóru Føroyar, Ísland, Noreg og ES. Øll londini gjørdu sínar kanningar, og síðan skuldu úrslitini samanberast.
Tær kanningar, sum Magnus Heinason gjørdi, vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum frá 19. mai til 2. juni, og uppgávan var at telja makrelrogn. Høgni Debes, lívfrøðingur á Havstovuni, var føroysku kanningarleiðari, og hann segði, at teir raktu við makrelrogn allastaðni, har Magnus Heinason var.
- Vit vóru um alt tað føroyska havøkið, og vit staðfestu, at makrelur gýtir alla staðni kring um í føroyskum sjógvi – úr suðri, har gýtingin er størst og heilt norður á 63 stig, segði Høgni Debes, sum kortini legði dent á, at tær stóru og gomlu gýtingarleiðirnar hjá makreli serliga eru vestanfyri Írland.
Lívfrøðingurin legði aftrat, at eingin ivi er um, at makrelur hevur broytt sítt ferðingamynstur og í størri mun enn áður gýtir vestari og norðari, enn hann hevur gjørt.
Jacob Vestergaard vísir á, at lítil makrelur hevur verið í norskum sjógvi seinnu árini, og tí hava norsk skip eisini havt trupulleikar við at fiska sínar kvotur.
- Seinasta semjan millum strandalondini um makrel, var í 2009, og tá var føroyski parturin smá 5%. Í eini frágreiðing hjá ICES varð sagt, at hetta árið hava ES-skip havt eina rapporteraða útblaking av makreli á 27.000 tons og tonsatalið, sum varð fiskað útyvir ES-kvotuna, var 70.000 tons – ella smá 100.000 tons tilsamans. Hóast hetta kom ikki uppá tal, at ES vildi draga hesi tonsini av kvotuni árið eftir. So, eg haldi, at londini, sum vit standa yvirfyri, hava uppført seg undarliga – og so rópa tey okkum sjórænarar, sigur Jacob Vestergaard.
Neyðugt við semju
Landsstýrismaðurin heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at semja fæst um makrelfiskiskapin, tí eingin veit, hvussu nógv stovnurin tolir, um veiðan hjá londunum verða óskipað fleiri ár frameftir.
- Tað er skyldan hjá øllum londunum, sum fiska av hesum tilfeingi, at finna fram til semju, soleiðis at stovnurin verður umsitin skynsamiliga. Henda skylda hongur ikki bara á okkum føroyingum, men so sanniliga eisini á ES og Noreg, sum vilja kanna sær 90% av hesum tilfeingi, ið vit halda vera púrasta burturvið.
Spurdur, um hann er spentur, nú vertíðin stendur fyri framman, sigur Jacob Vestergaard, at hetta verður ein ógvuliga spennandi tíð, ið liggur fyri framman.
- Føroyska fiskivinnan gjørdi sær sínar royndir í fjør og fekk nógv burtur úr. Í ár verður tíðin ikki so knøpp, og eg eri ógvuliga spentur eftir at vita, hvussu henda vertíðin kemur at tørna út. Stórur áhugi er fyri tilfeinginum, og tað verður eisini spennandi at vita, hvussu langt við røkka í ár, bæði hvat veiði og virking ræður, sigur landsstýrismaðurin.