Danska rættarskipanin, sum eisini umfatar Føroyar, hevur ov fáar dómarar.
Tað sigur ein kanning hjá ES nevndin, sum hevur hugt eftir rættarskipanini í ES londum.
Rættarskipanin í danska kongaríkinum er nummar eitt, tá ið tað kemur til at vera óheft, men talið á dómarum eru ein avbjóðing í skipanini, har talið á rættarmálinum veksur.
– Hetta er ein avgjørd avbjóðing, tí júst nú síggja vit, at viðgerðartíðirnar á bæði revsimálum og sivilum málum veksur munandi. Tað er heilt einfalt tí, at tað er ikki nóg mikið av fólki at taka sær av málunum, sigur Mikael Sjöberg, formaður í Den Danske Dommerforening við Ritzau.
ES kanningin vísir á, at av ES londunum hevur Danmark lægsta tal av dómarum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Samanlagt eru 375 dómarar í donsku rættarskipanini, skrivar Ritzau.