Nýggi bygningurin, sum hevur fingið navnið "Dokken", skal hýsa einum hotelli, sum verður í 33 hæddum, og har verða eisini ein ráðstevnudepil, skrivstovur, handlar og ætlandi eisini eitt savn..
Prísurin er 700 milliónir krónur. Í løtuni verður arbeitt við at útvega ta neyðugu fíggingina, og koma tey viðurskiftini upp á pláss í ár, byrjar sjálvt arbeiðið um ársskiftið. Hetta verður tað størsta byggiarbeiði í Esbjerg nakrantíð.
Nógv orðaskifti hevur verið um byggiætlanina, men mánakvøldið samtykti býráðið í Esbjerg at geva ta endaligu tilsøgnina.