Esmar við billutum

Esmar Simonsen á Kambsdali fer á vørumessuni mest at sýna fram billutir og barnastólar

 

Esmar Simonsen er umboð hjá SKF, Svenska Kugellag Fabrikkerna, í Føroyum, og fleiri av vørunum frá hesi verksmiðju verða at síggja á vørumessuni.

Serliga verður høvi at síggja kúlulegur, rullulegur og aðrar transmissiónslutir. Í hesum sambandi verða tey nýggjastu amboðini innan avmontering sýnd fram. Nú ber til at sleppa undan at brúka sleggju og meitil, sum vanligt hevur verið.

Eisini verða barnastólar sýndir fram. Her hevur Esmar Simonsen fingið ein sera væl umtóktan stól til nýføðingar heim.

Annars er fyritøkan kanska mest kend fyri at selja bilar, men á hesi messuni verður dentur fyrst og fremst lagdur á billutir. Ymiskar legur og slitlutir annars.

Fyritøkan umboðar Deawoo bilar, sum fyri stuttum komu til landið, og á Kambsdali arbeiða eini tjúgu fólk.