Espen skeyt eftir fleiri hann ikki rakti

Umframt tey deyðu og særdu, skeyt Espen Andersen Bråthen eftir fleiri, hann ikki rakti. Tískil kann talan eisini gerast um alt frá drápsroynd til roynd at fremja álvarsligan likamsskaða á fleiri fólk.

Tað veldst um heilsustøðuna hjá tí skuldsetta, nær maðurin verður avhoyrdur aftur.

Talið av vitnum veksur eftir álopið í Kongsberg í vikuni, har maðurin, Espen Andersen Bråthen, við boga og píli leyp á tilvildarlig fólk.

 

Fimm fólk lógu eftir á, og trý vórðu særd.

 

Norska løgreglan heldur fram við kanningararbeiðnum, vitnisavhoyringum, greiningum og leitanini eftir tekniskum sporum. 

 

Nógv fólk eru avhoyrd, og fleiri skulu avhoyrast aftrat. Bara hósdagin vórðu 50 vitni avhoyrd í málinum. 

 

Sum skilst á norsku løgregluni, er talan um rættiliga nógv fólk, sum skotið hevur verið eftir við boga og píli.

 

So er spurningurin, um hesi vóru nóg nær til at verða rakt - ella, um tey vóru ov langt burtur.

 

- Talan kann tískil vera um alt frá drápsroynd til roynd at fremja álvarsligan likamsskaða, eins og talan kann vera um hóttanir. Hesar metingar mugu vit gera okkum, sigur norska løgreglan.

 

Tey leggja aftrat, at talið av fólki, sum skotið hevur verið eftir, veskur, sum dagarnir ganga.

 

NRK veit frá norsku løgregluni at siga, at tey meta høvuðsorsøkina til álopið, sum maðurin framdi, vera sjúka, men løgreglan kann eisini aðrar møguleikar.

 

- Sjálvandi kunnu onnur viðurskifti eisini spæla inn, men tað er sjúka, ið er sterkasti faktorurin í løtuni, sigur løgreglan.

 

Tað veldst um heilsustøðuna hjá tí skuldsetta, Espen Andersen Bråthen, nær maðurin verður avhoyrdur aftur.

 

Sum skilst á NRK, eru tað serliga telda og telefonir, ið løgreglan hevur tryggjað sær, sum hava stóran áhuga í kanningararbeiðnum.

 

- Tað er eisini netið sum heild, ið hevur okkara áhuga - eisini ymiskt, sum er lagt út á sosialar miðlar. Alt slíkt hevur okkara áhuga, so vit kunnu gera okkum eina mynd av lívinum hjá manninum.

 

Løgreglan sigur, at kanningararbeiðið higartil bendir á, at maðurin hevur verið nógv einsamallur, og at hann hevur havt fá fólk rundan um seg.

 

##med2##

 

 

 

Tað veldst um heilsustøðuna hjá tí skuldsetta, nær maðurin verður avhoyrdur aftur.

So er spurningurin, um hesi vóru nóg nær til at verða rakt - ella, um tey vóru ov langt burtur.