Essa Arge deyður

Í gjár doyði fyrrverandi yvirlæknin, løgtingsmaðurin og býráðslimurin í Havn, Essa Arge 82 ára gamal

Eliesar Arge ? vanliga nevndur Essa - var sonur Sigrid f. Simobnsen úr Norðragøtu og N. M. Andrias Arge í Havn. Essa var giftur við Lydiu Ejde, f. Hansen.

Essa Arge hevur havt sæti á tingi fyri Fólkaflokkin. Hetta var í 1974-78 og sum varamaður fyri Jógvan Sundstein frá 1989-90. Hann var eisini limur í Tórshavnar býráð, umboðandi Fólkaflokkin, frá 1972-1988.

Esssa var útbúgvin lækni við sergrein í anæstesiologi og kirurgi og var yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum frá 1964-1995

Essa Arge andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 82 ára gamal.