Essien úti í seks vikur

Sterki miðvallarspælarin hjá Chelsea, Michael Essien, noyðist at halda frí frá fótbólti í seks vikur, eftir at hann hevur fingið ein skaða undir African Nations Cup-kappingini. Hetta gjørdist tí ikki tann stóra kappingin hjá ghanesaranum, sum fyrst varð seinkaður úr London, tí veðrið ikki var til vildar, og síðani gjørdist skaddur, bara fýra dagar eftir at hann var komin upp á pláss í Angola.