Í uppskotinum til nýggja fosturtøkulóg, sum er til viðgerðar í løtuni, verður markið fyri fríari fosturtøku sett við endanum av 12. viku í viðgongutíðini. Grundgevingarnar fyri at loyva fríari fosturtøku – t.e. at loyva einari fosturtøku uttan at krevja nakra grundgeving fyri henni – snúgva seg um reproduktivu rættindini hjá kvinnuni, og ikki um ávísar eginleikar hjá fostrinum. Spurningurin um, hvørt hetta kann forsvarast, verður lagdur til viks í hesari greinini, sum ístaðin fer at snúgva seg um fosturtøku eftir 12. viku.
Við at seta markið fyri fríari fosturtøku við 12. viku, inniber lógaruppskotið samstundis, at fostur eldri enn 12 vikur fáa eitt ávíst moralskt virði. Hetta er møguliga ikki eitt avgerðandi virði, sum altíð skal viga líka tungt sum moralska virðið hjá kvinnuni, men tað er tó eitt virði. Annars hevði ikki verið neyðugt við grundgevingum fyri at loyva einari fosturtøku á hesum menningarstigi, ella einum samráði sum skal taka støðu til, hvørt grundgevingarnar kunnu góðtakast.
Tá ein vera fær eitt moralskt virði inniber tað, at tað hevur eitt egiðvirðið og ein týdning í sær sjálvum. Tað merkir, at vit onnur hava ávísar moralskt grundaðar skyldur mótvegis tí veruni, soleiðis at um vit bróta okkara skyldur, er tað fyrst og fremst veruni vit gera órætt, og ikki nøkrum øðrum. Um vit t.d. pína eina kettu, gera vit kettuni órætt, meðan skøva vit ein bil, gera vit eigaranum av bilinum órætt. Hetta er munurin ímillum at hava eitt moralskt virði og ikki at hava tað: At vit hava skyldu til at taka atlit til eina veru við moralskum virði orsaka av veruni sjálvari.
Tá ið nú einum fostri eldri enn 12 vikur verður givið eitt moralskt virði, er tað ein etiskt viðkomandi spurningur, um tær grundgevingarnar, sum sambært núverandi lógaruppskoti kunnu loyva einari fosturtøku eftir 12. viku, eru nóg álvarsligar til at rættvísgera innrás á tað virði.
Fosturtøka grundað á atlit til kvinnuna
Millum loyvdu grundgevingarnar í uppskotinum, síggjast hesar orðingar í § 3:
Stykkið 1: viðgongutíðin, føðingin ella umsorganin fyri barninum hevur við sær vanda fyri, at heilsan hjá kvinnuni viknar orsakað av verandi sjúku ella hóttandi likamligari ella sálarligari sjúku ella ómegdarstøðu, ella av lívsviðurskiftum hennara aðramáta.
Stykkið 4: kvinnan orsakað av likamligari ella sálarligari sjúku ella sálarligum menningartarni ikki megnar at hava umsorgan fyri barninum á fullgóðan hátt.
Um lív ella heilsa hjá kvinnuni er álvarsligt hótt av viðgonguni, ber til at halda at støðan kann rættvísgera eina fosturtøku við tí grundgeving, at prísurin hjá kvinnuni fyri at fullføra viðgongutíðina er ov stórur. Moralska virðið hjá kvinnuni verður tá vigað tyngri enn moralska virðið hjá fostrinum. Hóast øll ikki vilja vera samd um, nær virði hjá kvinnuni kann viga tyngri – ella um tað nakrantíð kann tað - kann eitt slíkt sjónarmið tó sameinast við eina viðurkenning av, at eitt fostur eldri enn 12 vikur hevur eitt moralskt virði.
So hvørt sum hóttanin móti heilsuni viknar, ella umstøðurnar verða av slíkum slag, at viðgerð ella onnur hjálp kann betra um hana, má moralska virðið hjá fostrinum gerast lutfalsliga tyngri. Ein roynd at viðurkenna hetta sæst í viðmerkingunum til uppskotið, har tað gerst greitt at tað ikki er ”ein og hvør vandi fyri heilsuni, sum kann grunda loyvi til eina fosturtøku”. Eitt samráð skal m.a. meta um “hvønn vanda talan er um, samanhildið við, hvussu stórur vandin er fyri, at heilsan hjá kvinnuni viknar”. Tó er eingin nágreiniligari vegleiðing at finna.
Tað kunnu vera góðar orsøkir til ikki at hava ov neyvar ásetingar fyri hvørjar umstøður hjá kvinnuni skulu gera seg galdandi fyri at loyva fosturtøku. Vandi er tá fyri at lógin gerst ov stirvin, og eitt nú ikki kann taka atlit til læknafrøðiligar menningar ella viðurskifti, sum tað ikki ber til at spáa um. Hóast hetta, er tað ein týðandi vandi við ov breiðum ella ógreiðum ásetingum, at moralska virði hjá fostrinum ikki í nóg góðan mun verður viðurkent. Hesin vandin verður kanska serliga týðiligur, tá hugsað verður um, at § 2 í uppskotinum longu heimilar fosturtøku eftir 12. viku “um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.” Í hesum ljósinum hevði verið skilagott við fleiri orðum um, hvat slag av viknaðari heilsu er fevnd av § 3, tá hon ikki er fevnd av § 2, og nær hon kann metast at vera nóg álvarslig til, at moralska virðið hjá fostrinum má víkja fyri virðinum hjá kvinnuni.
Ein annar etiskur vandi sæst í ásetingini um, at vantandi møguleiki fyri at vísa umsorgan fyri barninum ”á fullgóðan hátt” kann rættvísgera eina fosturtøku eftir 12. viku. Sambært viðmerkingunum til uppskotið, kann talan vera um støður ”har kvinnan ber so álvarslig brek ella er so álvarsliga likamliga sjúk ella sálarsjúk, at hetta avmarkar hennara førleikar til at røkja dagligar uppgávur og sostatt ikki er før fyri at taka sær av einum barni.” Ein viðkomandi spurningur er, nær umsorgan kann vera víst ”á fullgóðan hátt”, og hvussu hetta verður mett. Ein kanska meira týðandi eygleiðing er, at til ber at fáa eitt lív, sum er vert at liva, hóast man verður føddur av einari kvinnu, sum ikki hevur møguleika at vísa nøktandi umsorgan fyri sær. Eitt endamál við einum vælferðarsamfelagi, sum Føroyar siga seg vera, er júst at stuðla uppundir slíkar møguleikar. Um tikið verður í álvara, at fostrið eftir 12. viku hevur eitt moralskt virði, og at vit sostatt hava moralskt grundaðar skyldur mótvegis tí, er tað ikki vist at vantandi møguleikar hjá kvinnuni at vísa fullgóða umsorgan fyri tí er ein haldgóð orsøk til at beina fyri fostrinum á hesum menningarstigi.
Fosturtøka grundað á atlit til fostrið
Sambært lógaruppskotinum kann loyvi til fosturtøku vera givið, við atlit til komandi barninum, um:
Stykkið 3: vandi er fyri, at barnið orsakað av ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi fær álvarsliga sálarliga ella likamliga sjúku
Ikki er ringt at ímynda sær støður, har ein grundgeving fyri fosturtøku eftir 12. viku botnar í atlit til fostrið sjálvt. Eitt nú kann fostrið vísa seg at hava útlit til eina sera stutta og pínufulla tilveru um tað verður føtt, og í slíkum støðum kann man ynskja – grundað á umsorgan fyri fostrinum – at spara tí eina slíka tilveru.
Heldur ikki er ringt at ímynda sær, at ein slík grundgeving kann vera givin í støðum, har útlitini ikki eru líka ótolulig ella líka sannlík, og so hvørt sum útlitini batna, gerast etisku vandamálini meira sjónlig: Hvussu góð lívsgóðska krevst fyri, at vit ikki longur við góðari samvitsku kunnu grundgeva eina fosturtøku á atlit til barnið sjálvt? Ein greiður vandi her er, at vit verða ov skjót at døma um, hvørt eitt lív er vert at liva.
Orðingin í uppskotinum ásetir, at talan skal vera um álvarsliga sjúku. Sambært viðmerkingunum til stykkið 3, skal álvarin av sjúkuni metast út frá eitt nú møguleikunum hjá barninum at fáa vanligt virkisføri. Hóast ein slík meting kann vera læknafrøðiligt grundað, er tað ein etiskt viðkomandi spurningur, hvussu ”vanligt virkisføri” skal skiljast, og um tað er ein hóskandi partur av einari meting um, hvørt ein sjúka er nóg álvarslig til at rættvísgera eina fosturtøku. Ætlanin við orðingini í uppskotinum er ivaleyst at loyva fosturtøku í ávísum førum út frá atliti til lívsgóðskuna hjá komandi barninum. Men tað slepst ikki undan, at ein lívsgóðska – verið tað í nútíðini ella í framtíðini - fyri tað fyrsta kann vera ógvuliga ring at meta um hjá øðrum, og fyri tað næsta, at hon í nógvum førum fer at vera tengd at, í hvussu stóran mun samfelagið klárar at hýsa og stuðla persónum, við eitt nú niðursettum førleika. Um til ber at hava lívsgóðsku ella liva eitt virðismikið lív við einum ávísum breki ella einari ávísari sjúku, er ringt at grundgeva fyri, at tað er atlit til komandi barnið, sum rættvísger loyvi til fosturtøku í teimum førunum. Um ætlanin er at loyva summum fosturtøkum eftir 12. viku út frá einum atliti til barnið sjálvt, er neyðugt at hugsa gjølla um, hvørt tey loyvdu undantøkini í roynd og veru sýna slíkt atlit, og at tey ikki eru onnur atlit fjald handan orð um umsorgan mótvegis barninum.
Ein annan týðandi vanda við at loyva fosturtøku vegna sjúku ella breki, hevur felagið MEGD longu víst á í teirra hoyringsskrivi til lógaruppskotið. Vandin er, at eitt lógarverk, sum loyvir fosturtøku vegna brek ella sjúku, ótilætlað kann signalera, at summi lív eru minni ynskilig, minni virðismikil, ella minni vælkomin millum okkum. Fyri tey, sum longu liva við einum breki ella einari sjúku, sum telist millum loyvdu grundgevingarnar fyri fosturtøku, kann tað raka meint og kennast sum at lív teirra verða viðgjørt sum mistak ella óhapp, ið kundu verið umgingin. Um vit sum samfelag vilja viðurkenna, at persónar við breki og sjúku hava sama moralska virði sum øll onnur, so er hesin vandin týdningarmikil at hava í huga.
Limirnir í Etiska ráðnum eru ikki á einum máli um, hvørt tey taka undir við núverandi lógaruppskoti. Limirnir vóru tó samdir í omanfyri lýsing av etisku tvístøðunum í grundgevingunum fyri fosturtøku eftir 12. viku.










