Mæla til at taka mvg av elsúkklum

Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu var mánadagin á fundi við fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, har tey greiddu frá sínum sjónarmiðum

Tá fíggjarnevndin hevði fund um lógaruppskotið hjá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um uppskotið um at frítaka bensin og diesel fyri mvg fram til 31. juli, høvdu tey ymsar partar inni til hoyring. Ein hoyringspartur var felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu, sum í skrivi í síðstu viku mælti til, at mvg eisini verður tikið av elsúkklunum, sum kunnu minka nógv um tørvin á at koyra bil.

 

– Vit løgdu dent á núverandi oljustøðu og at hetta er ikki seinastu ferð, at oljuprísurin fer upp, sigur Rói Alexander Skarðenni úr felagnum.

 

Lesið eisini: Vert at umhugsa at taka mvg av elsúkklum

 

Tey vístu eisini á oljukreppuna í sjeytiárunum, tá fleiri tiltøk vórðu gjørd, sum í dag eru sjálvsøgd.

 

– Á sama hátt kann elsúkklan vísa seg at verða ein sjálvsagdur partur av flytførinum hjá fleiri fólkum í Føroyum, sigur hann.

 

Málið stendur á skránni til tingfundin hósdagin, tá tað kemur til aðru viðgerð.

 

Lesið eisini: Gerið flytføri bíligari við at taka mvg av elsúkklum