Óetiskt bert at selja Føroya Bjór

- Ølsølan í Føroyahúsinum er á ongan hátt í stríð við donsku lógina, og á alt ov nógvum sølustøðum í Danmark fæst á sama hátt bert Carlsberg. Harafturímóti tykist tað óetiskt at halda eini av tveimum føroyskum bryggjaríum uttanfyri ein hálvalmennan savningsmiðdepil, sigur kunningarstjórin á danska Brúkararáðnum, Claus Brøgger

Aðalendamálið hjá danska Brúkararáðnum (Forbrugerrådet) er at verja og arbeiða fyri rættindunum hjá brúkaranum. Í Føroyum hava vit ikki á sama hátt eitt brúkararáð við politiskum og løgfrøðiligum heimildum, hóast privat brúkarasamtak við somu endamálum fyri stuttum varð stovnað í Føroyum.

Skerd kapping
Claus Brøgger, kunningarstjóri á danska Brúkararáðnum, sigur, at einki í donsku lóggávuni forbjóðar Føroyahúsinum bert at selja frá einum av tveimum føroyskum bryggjaríum. Men hóast lógin ikki forbjóðar føroyska framferðarháttinum í Keypmannahavn, finst Brøgger at støðuni.
- Á alt ov nógvum donskum barrum kann brúkarin bert keypa Carlsberg, og eg meti tað tykjast etiskt ókorrekt at halda eini framleiðslu uttanfyri hálvalmenna Føroyahúsið, líkamikið um tað er lógligt ella ikki, sigur Claus Brøgger.
Hann heldur, at danska kappingarlógin skuldi verið strangari, tá effektiv og javnbjóðis kapping verður forðað, sum talan sambært honum er um í hesum sambandi.
Líkamikið, hvørji sjónarmiðini eru um avgerðina hjá leiðsluni í Føroyahúsinum bert at selja Føroya Bjór, og um tað er rætt, at leiðari hússins Martin Fjallstein er privatur umboðsmaður hjá stóru ølfyritøkuni í Føroyum, kann sambært bæði danska Kappingar- og Brúkararáðnum staðfestast, at eingin lóg verður brotin.