Europa Cup: H71 fær spanska mótstøðu í áttandapartsfinaluni

Dystirnir vera leiktir fyrst í januar

Club Balonmán Atlético Guardes eitur mótstøðuliðið hjá H71 í áttandapartsfinalunum í Europa Cup kappingini.

 

Tað gjørdist greitt aftaná lutakastið á høvuðsskrivstovuni hjá evropeisku hondbóltssambandinum.

 

Tað liggur í kortunum, at dystirnir hjá H71 móti Atlético Guardes skulu leikast í vikuskiftunum 7. og 8. januar, og 14. og 15. januar.

 

Forkvinnan í H71, Anna Dam sigur við KVF, at tey í H71 fara eftir, at báðir dystirnir vera spældir í sama landi, antin heima í Føroyum ella í Spania.