Europa Cup: Hilmar Leon spælir!

Hilmar Leon Jakobsen spældi so at siga bert FM-finalurnar seinasta kappingarár og hevur framvegis ikki verið á vøllinum hetta kappingarárið - Men profilurin verður til reiðar til Europa Cup dystirnar um vikuskiftið

Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystunum

Meðan H71-fjepparar iðra seg um at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki spælir dystirnar ímóti RK Maribor í vikuskiftinum, kunnu tey fegnast um at ein hin størsti - men sjáldsami - profilurin seinastu árini fer at fáa ein leiklut.

Les eisini á in.fo (trýst):

Europa Cup: Elias verður ikki við 

Hilmar Leon Jakobsen hevur stríðst við skaðar seinastu tvey árini, og hann hevur enn ikki fingið leiktíð hetta kappingarárið. 22 ára gamli bakkurin greiðir fyri in.fo frá, at hann hevur verið undir endurvenjing alt summarið. Endurvenjingin heldur fram, men lopsterki bakkurin greiðir frá, at hann kennir seg til reiðar at spæla Europa Cup dystirnar um vikuskiftið

Hilmar Leon Jakobsen var á bonkinum seinasta sunnudag, tá ið H71 tapti 31-27 ímóti KÍF, men kom ikki á vøllin.

Einar Jónsson, venjari hjá H71, segði tá við Sosialin, at hann fann ikki røttu løtuna at seta afturvenda bakkin á vøllin.

Hesaferð ger venjarin greitt, at tað er ein avgjørd ætlan at Hilmar Leon Jakobsen fær ein leiklut í dystunum ímóti Maribor.

##med2##

Kringi bakkurin hevur verið sera óheppin við skaðum seinastu tvey kappingarárini. Í februar mánað var hann aftur á vøllinum eftir nærum eitt ára steðg, men náddi bert tríggjar dystir áðrenn sami akslaskaði aftur argaði. Tað eydnaðist honum at gerast til reiðar til FM-finalurnar, har hann prógvaði, at hann kundi spæla stóra leiklutir  hóast drúgvan steðg.

Hilmar Leon Jakobsen skeyt ávikavist tvey, níggju, fimm, níggju og seks mál í teimum fimm FM-finalunum ímóti Neistanum.

Eftir FM-finalurnar var Hilmar Leon Jakobsen úttikin til landsliðið í juni, men hesaferð forðaði ein skaði í lærkrikanum óhepna leikaranum at fáa sín fyrsta A-landsdyst.

Les eisini úr savninum (trýst):

Hilmar Leon aftur skaddur

Stjørnuspælari má geva avboð