Annað vikuskiftið á rað verður tað í dag við Margáir vitjan úr høvuðsstaðnum. Tað gekk ikki so væl, tá ið EB/Streymur hevði vitjan av HB, sum fór suður aftur við 4-1 sigri. HB var frammanfyri 3-0, áðrenn heimaliðið minkaði um munin, og tá ið støðan var 3-1, lá tað lítla løtu í luftini, at tað kundi verða spennandi, tí EB/Streymur hevði møguleika at minka um munin til 3-2, áðrenn verjuvilla bar 4-1 HB mál við sær.
B36 var favorittur mikukvøldið á heimavølli ímóti NSÍ, men tað endaði 1-1.
Støðutalvan sigur, at B36, sum hevur spælt ein dyst færri enn EB/Streymur, er á fjórða plássi við 26 stigum, og at EB/Streymur er á fimta plássi við 24 stigum. Tað felagið, sum eftir 27. umfar verður á fjórða plássi, vinnur atgongumerki til næsta summar at luttaka í Europa.
Hjá EB/Streymi er tað ivasamt, um Andras Ó. Olsen, Tóki Johannesen og Bogi Reinert-Petersen eru førir fyri at spæla. Teir hava verið so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki hava vant saman við liðfeløgunum.
B36 miðverjin Sonni Ragnar Nattestad hevur verið so mikið darvaður av knæskaða, at hann ikki var við í javnleikinum ímóti NSÍ og í 5-1 heimasigrinum ímóti Skála.