Europa vegurin kann verða knortlutur

Skaðaplágaða KÍ hevur knívin á barkanum, tá ið meistararnir í kvøld vitja á summarfestivalinum

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl í átjanda umfari í Effo-deildini. KÍ fær á summarfestivalinum vitjan av meistarunum í Víkingi. Í fjør vann KÍ allar tríggjar landskappingardystirnar og eisini steypafinaluna ímóti Víkingi. Higartil í ár hava hesi bæði liðini dystast einaferð. Tað var í fimta umfari, tá ið úrslitið í Sarpugerði var 2-2. Ta ferðina javnaði Víkingur í 91. minutti.

 

Les eisini: Rás2 sigur frá trimum dystum

 

Víkingur er topplið við 35 stigum, og KÍ er á triðja plássi við 32 stigum. Dreymurin og ætlanin hjá bæði Víkingi og KÍ er at vinna FM. Í báðum feløgunum er minsta kravið at vinna sær rætt at luttaka í Europa næsta summar. Hvørki felagið hevur møguleika at vinna sær henda rættin í steypakappingini, har Víkingur tapti í fjórðingsfinaluni og KÍ í hálvfinaluni.

 

Tað er heilt víst, at trý tey fremstu vinna sær rætt at luttaka í Europa, og tað kann gott vera, at fjórða plássið gevur altjóða atgongumerki, men tað er ikki víst. At B36 hevur vunnið fimm tær seinastu ferðirnar, og at KÍ bara hevur vunnið tvær av teimum seinastu fimm ferðunum, ber við sær, at tað nú eru trý stig frá KÍ og aftur til B36, sum hevur betri málmun er klaksvíkingar.

 

Vil hava spælarar at taka ábyrgd

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen vil hava sínar spælarar at vísa størri ábyrgd fyri egnum avriki og harvið avrikinum hjá liðnum:

 

-Seinastu ferðirnar hevur sjálvsálitið ikki verið so stórt, sum tað var frammanundan. Tað sæst aftur í, at spælararnir hava hug at geva ábyrgdina til viðspælararnar í staðin fyri sjálvir at taka við ábyrgdini. Tað skulu vit betra ímóti Víkingi, og tað rokni eg við, at spælararnir fara at gera, tí teir vísa góðan vilja, sigur Mikkjal Thomassen.

 

Stóra avbjóðingin í Klaksvík er, at fleiri spælarar eru skaddir, og at lyklaspælararnir Hørður H. Askham og Semir Hadzibulic eru leikbannaðir. Millum fleiri skaddar spælarar eru Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Atli Danielsen og Páll A. Klettskarð. Sørmundur og Ahmed Mujdragic hava verið á vøllinum í vikuni, og harvið er møguleiki fyri, at teir fara at spæla í kvøld.

 

-Vit megna at seta liðið, men tað er neyðugt at umhugsað taktiska uppleggið væl, tí vit hava ikki tað liðið, sum vit hava hildið verið stinnasta uppstillingin. Men vit fara ikki at leggja okkum niður, og vit bjóða Víkingi av, sigur KÍ venjarin.

 

Lava úti

Hjá Víkingi stendur manningarliga betri til. Einasti skaddi spælarin er Andreas Lava Olsen, sum er langtíðarskaddur. Víkingur legði sunnudagin rygg til 3-1 tap á heimavølli ímóti HB. Atli Gregersen, Víkinga liðformaðurin, var vónbrotin sunnudagin, og hann heldur, at nú er neyðugt at vinna úrtøku.

 

- Tað eru trý lið í FM kappingini, og tað kann væl vera, at bæði B36 og HB skjótt vera við í tí kappingini. Tapið ímóti HB var slag í andlitið, sum eigur at fáa okkum at taka okkum saman. Tað eru tredivu stig eftir at spæla um, og um vit nú koma í góðan stima, so hava vit góðan møguleika at endurvinna FM heitið. Í løtuni hugsa vit ikki um støðutalvuna og FM. Vit hava fokus á avbjóðingini í kvøld, sigur Víkinga liðformaðurin.

 

18. umfar:

Í kvøld:

KÍ-Víkingur: Eiler Rasmussen klokkan 18.00 (Beinleiðis á Rás2)

Leygardagin

ÍF-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

Suðringar-B36: Petur Reinert kl. 15.00

07 Vestur-EB/Streymur: Jóhann Ingi Jónsson kl. 17.00 (Beinleiðis á Rás2)

HB-NSÍ: Alex Troleis kl. 17.00 (Beinleiðis á Rás2)

 

Støðan undan átjanda umfari

Víkingur 35

NSÍ 33

KÍ 32

B36 29

HB 24

EB/Streymur 21

Suðringar 20

Skála 17

07 Vestur 14

ÍF 6