Europameistarar vitja

Hósdagin komu donsku europameistararnir í kvinnuhondbólti fyri U18-landslið til Føroya. Liðið skal spæla tríggjar venjingardystir á ferðini, og eru dystirnir liður í føroysku fyrireikingunum til Challenge Trophy. Leygardagin klokkan 16 verður spælt móti føroyska kvinnulandsliðnum í Hoyvíkarhøllini. Sunnudagin klokkan 13.30 verður spælt í Vestmanna móri føroyska U21-landsliðnum, og mánadagin klokkan 19 verður spælt í Klaksvík móti nýkosnu steypavinnarunum úr Stjørnuni.