Fyrrapartin í morgin beint eftir klokkan 10 vita vit navnið á mótstøðuliðnum hjá VÍF í triðja umfarinum í European Cup.
VÍF er styrkismett og er tí í tí ovara styrkisbólkinum. Tað eru liðini hjá Allani Norðberg og Dánjali Ragnarssyni, Valur og ÍBV eisini.
VÍF kann møta hesum liðunum: Bregenz (Eysturríki), Krems (Eysturríki), Vise (Belgia), Bocholt (Belgia), Vogosca (Bosnia), Leotar (Bosnia), Trogir (Kroatia), BK-46 (Finnland), FTC (Ungarn), Brixen (Italia), Steua Bukarest (Rumenia), Dinamo Pancevo (Serbia), Besiktas (Turkaland), Spor Toto (Turkaland), HC Motor (Ukraina).
Hetta eru so eisini liðini ÍBV og Valur kunnu møta.
Dystirnir eru settir at vera spældir millum 25. november og 3. desember.