European League: Liðini hjá Ísaki og Vilhelmi vunnu stórsigrar

Sävehof og Hannover-Burgdorf liggja væl fyri at røkka bólkaspælinum í EHF European League

Fyrr í dag leiktu tvey føroyingalið fyrra Play Off dystin um at røkka bólkaspælinum í EHF European League. 

 

Ísak Vedelsbøl (myndin) og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á útivølli stórsigur 33-24 á Malmö. Í steðginum var Sävehof frammanfyri 18-14. Ísak skoraði eitt mál.

 

Returdysturin verður leiktur í Partille komandi leygardag klokkan 15.15. 

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á heimavølli stórsigur 37-27 á norðurmakedonska liðnum, Alkaloid. Í steðginum var Hannover frammanfyri 19-15. Vilhelm var ikki millum málskjúttarnar hjá Hannover.

 

Returdysturin verður leiktur í Norðurmakedonia komandi leygarkvøld klokkan 18.30. 

 

Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum royndi seg á útivølli móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare. 

 

Stjarnan megnaði flottan javnleik 26-26. Í steðginum var rumenska liðið á odda 15-14.

 

Jóhannes var við fýra málum upp á fimm málroyndir millum næstbestu málskjúttarnar hjá Stjörnuni. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 tekur Stjarnan móti Minaur Baia Mare á heimavølli.

 

Venjari hjá Minaur Baia Mare er portugisiski Nuno Farelo, ið var venjari hjá VÍF, tá Jóhannes spældi við VÍF. 

 

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir á svenska liðnum fingu eisini eitt gott útgangsstøðið á útivølli móti pólska liðnum, Chrobry Glogow.

 

Tað eydnaðist HF Karlskrona at vinna 33-30, og fáa eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin. Í steðginum var Karlskrona á odda 16-12. 

 

Tróndur skoraði fýra mál fyri Karlskrona.

 

Komandi leygardag klokkan 17 verður returdysturin móti Chrobry Glogow leiktur í Karlskrona. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava longu tryggjað sær pláss í bólkaspælinum. So er at krossa fingrar fyri, at liðini hjá Ísaki, Vilhelmi, Tróndi og Jóhannes eisini megna at vinna seg í bólkaspælið.