Europearar fáa matvøruhjálp

Í fjør fingu ikki færri enn fýra milliónir europearar matvøruhjálp frá Reyða Krossi, og tað var ikki bara har suðuri í Europa, tí í tilsamans 20 europeiskum londum eru fólk so fátæk, at teimum tørvar hjálp til at breyðføða seg.

– Ikki síðani seinna heimsbardaga hevur Reyði Krossur deilt út so nógva matvøruhjálp sum nú, sigur Anders Ladekarl, aðalskrivari í danska Reyða Krossi, við danska kringvarpið, DR.

Fyrr var tað meira vanligt í Europa, at tað vóru innflytarar og serliga hóttir bólkar, ið fingu eina hjálpandi hond frá Reyða Krossi, men seinnu árini er tey, ið hava tørv á hjálp, blivin nógv fleiri í tali og eru hartil ikki nakar ávísur bólkur av menniskjum.