- Eurovison er bert fyri Eysturevropa

Tá Eurovision finalan verður í kvøld, eru 16 av 24 londum úr Eysturevropa, eftir hálvfinaluna eru danir í øðini, men eisini íslendski luttakarin talar at. Eirikur Hauksson er sera bersøgin. Hann sigur við eb.dk, at hann er glaður, at signalið var somikið greitt.

 

- Eurovison er bert fyri Eysturevropa, og eg ætli mær hvørki at luttaka ella hyggja at kappingini aftur. Hauksson verður mettur, sum ein av fremstu Eurovision serfrøðingunum og hevur luttikið í finaluni 4 ferðir.

 

Danska íkastið til finaluna DQ, hevði eina heldur lunkaða framførslu, og var neyvan serliga tryggur í finaluni óansæð, og í mun til sín íslendska kollega, er hann meira varðin við ikki at siga ov nógv.

 

Tey londini ið komu í finaluna eru: Bulgaria, Hvítarussland, Georgia, Serbia, Makedonia, Ungarn, Slovenia, Letland, Moldova og Turkaland Í finaluni í kvøld skulu hesi løg kappast við tey 14, ið frammanundan eru í finaluni, tey seks eysturevropeisku londini: Bosnia og Hersegovina, Litava, Ukraina, Russland, Rumenia og Armenia. Sostatt vera 16 av 24 løgum úr Eysturevropa. Umframt hesi vera Spania, Írland, Finland, Grikkaland, Svøríki, Frakland, Týskland og Ongland í finaluni leygardagin.

Sjónvarp Føroya sendur finaluna beinleiðis kl. 20.