Lítla Eva Poulsen úr Porkeri er júst afturkomin av campingferð, har hon og sysktkin og foreldur saman við eini aðrari familju koyrdu niður gjøgnum Europa.
Men túrurin inni í sjálvum franska høvuðsstaðnum, París, skuldi gerast søguligur fyri 10 ára gomlu Evu.
Eldurin í málmpottinum
Eva, syskini og foreldrini Flemming og Petrea Poulsen vóru spent upp á ferðina. Ferðin gekk úr Føroyum við Bliki til Scrabster í Skotlandi. Síðani gekk leiðin víðari og málið var Disney og París.
Alt gekk upp á stás og ein dagur mátti jú nýtast uppá at vitja sjálvan Páris.
Tey gistu á einum campingplássi nakað sunnanfyri Párís.
Tann 8. juli 2005 fór føroyska ferðalagið so ein túr inn til París.
Gitni Triumfbogin fóru tey eisini at hyggja at, saman við so mongum øðrum ferðandi. Undir boganum brennur eldur, sum er søguligur. Hesin sonevndi ævigi eldur er til minnis um hermenn, ið fullu undir fyrra og seinna heimsbardaga.
Henda dagin, føroyska ferðalagið vitjaði, var eitthvørt hátíðarhald undir Triumfboganum. Fleiri stásiligir eldri harrar vóru savnaðir kring runda málmpottin við æviga eldinum.
Eldur brennir støðugt í pottinum, men tá okkurt serstakt er, kann hann ekspanderast ella so at siga vekjast til lívs.
Og tað hevur eftir øllum at døma verið veteranar frá seinna heimsbardaga, ið hava minst farnar dagar og farnar vinmenn. Og kanska 60 ára dagurin fyri endan á seinna heimsbardaga hevur verið við í myndini.
Ekspanderaði søguliga flammu
Men hesir gomlu garparnir í uniformum og við heiðursmerkjum vildu hava onkran ungling at ekspandera ævigu flammuna.
Longi varð hugt og spurt og kannað og at enda fall valið á lítlu Evu úr Porkeri. Hon og hennara komu bert av tilvild framvið, men gjørdust nú partur av søguligari hending.
Eva fór fram millum stásiligar veteranar og ráðharrar og fekk svørð í hond. Hon reiggjaði svørðinum og stakk tað inn í eina rivu í pottinum og spenti á, so eldurin kyknaði aftur..
Alt hetta hendi sjálvsagt eftir boðum á fronskum, men Eva skilti ikki eitt orð, men fekk tó so mikið við av hegnisligum vegleiðingum og keipum, at alt gekk upp á stás.
Ímeðan Eva hetta gjørdi, løgdu allir veteranarnir og konur teirra hondina á økslina hvør á øðrum og á Evu og gjørdu eina ketu, ið sostatt byrjaði við Evu. Hetta skuldi ímynda, at tey ungu føra henda sið og minnini viðari frá teim gomlu.
Muss á kjálkan
Eftir hátíðarhaldið var ikki sørt, at Eva var eitt sindur errin, siga foreldrini.
- Eg skilti ikki eitt orð, sigur Eva.
- Ein maður við hvítum hárið mussaði meg á báðar kjálkarnar, sigur Eva flennandi og hon og vinkonurnar hava nú til gaman at mussa á kjálkan, kanska upp til einar fimm ferðir.
- Annars var nógv stuttligt á túrinum, t.d. vitjanir á McDonalds, sigur Eva, men hon kann ikki heilt goyma, at Triumfbogin merkir nakað serstakt fyri hana og hon hevur keypt sær eina lítla ímynd av Triumfboganum.
Hendan serstaka hendingin fór við nógvari tíð av hesum eina degnum í París hjá føroyska ferðalagnum. Men fyri Evu og hennara familju gjørdis tilvildin, at hesin eini dagurin undir søguliga Triumfboganum, gjørdist ein søguligur dagur fyri ungu gentuna úr Porkeri.
MYND 1
Eva reiggjar svørðinum og søguligi eldurin undir Triumfboganum í París kyknar (Mynd: M.T.)
Mynd2
Eva (í miðjuni) og familjan hyggja at sjónbandaupptøkum av hendingini, tá 10 ára gamla Eva gjørdist partur av stórhending í París (Mynd: D. Olsen)
FAKTA
Fleiri triumfbogar eru og hava verið í heiminum og stavar hetta frá gamla Rom. Har hesir vóru eitt slag av heiðursportri fyri stórar hermenn, sum vendu heim. Kendir eru Titusbogin og Konstantinbogin. Í kirkjuligari byggilist kenna vit fyribrigdi við slíkum boga millum skip og kór.
Triumfbogin í París er frá 1806. Napoleon byrjaði hetta verk, ið skuldi vera til heiðurs fyri sigrar hansara við Austerlitz. Hann náddi tó ongantíð at ganga undir boganum, sum stóð liðugur í 1836. Hann hevur tó verið undir boganum, tí í 1840 varð kista hansara førd undir bogan á leið frá skt. Helena til Hotels des Invalides.
Triumfbogin er 45 metrar breiður, 22 tjúkkur og 50 metrar høgur.
Undir boganum er grøv ókenda hermansins. Síðani 1920 brennir ein flamma til minnis um hermenn sum fullu undir fyrra heimsbardaga. Seinni kom grøvin sjálvsagt eisini at vera til minnis um teir ið fullu undir seinna heimsbardaga.
(Kelda: www.netspirit.dk og Lademans)