Saman við Niels Midjord og Lylla Eliasen fer Rói Eliasen – sonur Lylla – at leika á klaverið í Miðlahúsinum. Konsertin verður bygd soleiðis upp, at talan verður um bæði frambornan sang, og felagssang. Niels og Lylli fara fyrst at syngja 2-3 sangir hjá Taube, sum Niels hevur føroyskað. Eftir hetta verður boðið til tveir felagssangir. Eitt sanghefti við føroyskum Evert Taube týðingum er prentað, og verður sungið úr hesum sangheftinum. Í sangheftinum eru eisini sangirnir, sum Herman Jacobsen gjørdi kendar á plátuni, sum hann gav út saman við Ad Libitum. M.a. “Gentan í Peru”, “Kyndaravalsurin”, “Karl á Bakka” og aðrir Taube-klassikarar. Andreas Andreassen í Vestmanna hevur eisini týtt tveir av Taube-sangunum! Síðani verða aftur nakrir frambornir sangir, og so verður aftur boðið til felagssang úr Taube-sangheftinum. Niels og Lylli ynska, at konsertin eisini skal verða ein interaktiv uppliving. Atgongumerkið til hesa sera forkunnugu konsertina kosta 50 kr.
Upptikin í gomlum húsum!
Sangirnir hjá Evert Taube, sum livdi árini 1890-1976, eru frá tíðarskeiðnum 1922-1950. Evert Taube vaks upp á oynni Vinga, sum liggur tætt við Göteborg. Niels hevur gingið á Norðurlendsku Vísulinjuni á Kungälv, og er tað tí ikki so løgið, at hann hevur fingið stóran tokka til yrkingarnar hjá Evert Taube. Men so gamlir, sum tekstirnir hjá Evert Taubeeru, so eru teir kortini ikki eldri enn upptøkuhølini, sum Niels og Lylli hava nýtt til at taka fløguna upp við. Teir 14 sangirnir á fløguni, har Niels og Lylli tulka Taube á føroyskum, eru tiknir upp í einum húsum, sum hava sína heilt serliga søgu. Fyrndarhúsini, sum standa millum Fuglafjarðar Kirkju og Fuglafjarðar Bókasavn eru nevnliga flutt fýra(!) ferðir. Húsini stóðu fyrst í Lamba, blivu tikin niður, og blivu so reist upp aftur við Garð í Fuglafirði. Blivu aftur tikin niður, og reist upp aftur á Høvda. Seinni blivu húsini aftur flutt, fyrst út á Kambsdal, har tey blivu sett í stand. Síðani blivu tey flutt til staðið har, sum tey standa nú. Nú standa tey á grundøkinum hjá einari abbadóttir hjá einum manni, sum vaks upp í teimum somu húsinum, tá tey stóðu á Høvda! “Tann óviðgjørdi viðurin gevur eitt so framúrskarandi, nátúrligt ljóð!” sigur Niels við Sosialin. Fólk, sum koma til Taube-konsertina fáa sjálvsagt høvið at ogna sær eitt eintak av hesari forkunnugu fløguni, sum er tikin upp í teimum forkunnugu, gomlu húsunum. Originalitetur og genialitetur fylgjast hond í hond! Gamli viðurin í Miðlahúsinum fer eisini at bera Niels, Lylla og Róa í kvøld.