Evnisdagur um borðspøl í FabLab

Gongur tú við einum íverksetara-dreymi um at sniðgeva og gera títt egna borðspæl?

So er hetta eitt gylt høvið til at koma í gongd og fáa íblástur og vegleiðing í FablabVágur, skrivar Suðurrás,

Í Fablab hevur ein møguleika at royna tøkni, sum t.d. 3D print og lasarin til endamálið.

Hevur tú tørv á at tosa um hugskot, og fáa vegleiðing í at byrja at gera títt egna boðrspæl, so er góður møguleiki fyri tí eisini tá.

Ein teknar seg til við at senda ein teldu post til: Tina.tausen(at)skulin.fo., veit sudurras.fo at siga frá FabLab í Vági.