Skuldarkreppan fer so illa við felags evropeiska gjaldoyranum, at í dag er virðið á evruni tað minsta í tvey ár. Fyrrapartin kom evran niður á 1,2637 dollara, og so lítið hevur evran ikki verið verd mótvegis dollaranum síðani í august í 2010.
Greinarar siga, at tann ógreiða støðan í Grikkalandi er ein meginorsøk, og tað hevur ikki bøtt um støðuna, at fyrrverandi forsætisráðharrin Lucas Papademos hevur sagt, at Grikkaland møguliga noyðist at fara burtur úr evrusamstarvinum. Ein onnur orsøk til tað víkjandi virðið á evruni er, at eygleiðarar vænta lítið og einki burtur úr ES-toppfundinum, sum er í Bruxelles í dag.
-Vit vænta, at evran verður trýst enn longri niður, sigur gjaldoyrastjórin hjá Nomura í London, Geoff Kendrick, við Bloomberg News.