Føroyar hava góðan møguleika at gera seg galdandi við evropeistarakappingina í svimjing fyri juniorar, sum fer fram í í Beograd frá mikudegnum til sunnudagin í næstu viku. Tveir av fremstu, føroysku svimjarunum eru við, Pál Joensen og Kári á Høvdanum, og báðir eru í toppform.
Hesar dagarnar í serbiska høvuðsstaðnum skulu teir báðir kappast í 50 metra hyli móti sterkastu svimjarunum úr øllum Evropa, sum eru undir 18 ár. At hetta eru sterkastu trumfarnir hjá føroyskari svimjing sæst millum annað í, at teir báðir eiga føroysk met í øllum teimum greinum, teir taka lut í. Teirra suverena støða í føroyskari svimjing var somuleiðis staðfest í FM í svimjing í mai, har ryggsvimjarin Kári á Høvdanum setti met í 50 m, 100 m og 200 m, umframt at tíðirnar tryggjaðu honum gullnálina, ið er fínasti heiður fyri ein svimjara. Í somu kapping setti Pál Joensen heili fimm, føroysk met og varð valdur til ársins svimjara.
Málið
Til EJM í Boegrad tekur Pál Joensen lut í 400 metur frí, 800 metur frí og 1500 metur frí. Tilmeldingar hjá honum eru somikið góðar, at hann má metast millum favorittarnar at vinna heiðursmerki í kappingini. Tað eru serliga hansara avrik í danmarksmeistarakappingini fyrr í mánaðinum, sum hava lyft Pál Joensen upp á ovastu tindar í Evropa og givið Føroyum vónir um evropeisk heiðursmerki. Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíðir millum allar svimjarar í kappingini, bæði í 800 m frí og í 1500 m frí. Tí fer Pál Joensen natúrliga eftir heiðursmerkjum í serbiska høvuðsstaðnum. Pál Joensen kom eftir góðu úrslitini í Danish Open upp á 902 FINA-stig, og er tí í heimsflokki. Hesi stig verða latin eftir einum altjóða skala eftir, hvussu svimjarar standa seg í góðkendum kappingum.
Kári á Høvdanum tekur lut í 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg. Hann telist ikki millum absoluttu favorittarnar í Beograd, og hansara tilmeldingartíðir eru nakað frá ovasta toppinum.
- Málið hjá Kára á Høvdanum er fyrst og fremst at náa eina hálvfinalu í kappingini, sigur Petur Heðin á Fløtti, ið umframt at vera landsliðsvenjari eisini er venjari hjá unga svimjaranum í Fuglafjarðar Svimjifelag. Besta møguleikar at røkka hálvfinaluni hevur Kári á Høvdanum í teimum styttru teinunum.
Hitt málið, ið Petur Heðin á Fløtti setur fyri sín svimjara, er at hann skal standa seg somikið væl í kappingini, at hann kemur upp á 800 FINA-stig. Sera góðu úrslitini hjá Kára á Høvdanum í FM í mai lyftu hann umleið 50 FINA-stig, og hevur hann nú umleið 750 FINA-stig.
Fyrireikingarnar
Síðani Pál Joensen var við í Danish Open í Gladsaxe fyrr í mánaðinum, hevur hann vant saman við fremstu svimjarunum í Ålborg, har hann hevur bestu umstøður at venja í 50 metur hyli. Har er hann saman við Jón Bjarnason, ið umframt at vera landsliðsvenjari saman við Petur Heðin á Fløtti eisini er venjari hjá Pál Joensen í Suðuroyar Svimjifelag. Teir báðir fara beinleiðis úr Danmark til Beograd um vikuskiftið.
Kári á Høvdanum var í juni mánaða í Danmark, har hann vandi í 50 metur hyli, og síðani hevur hann vant í Klaksvík, har Petur Heðin á Fløtti hevur roynt at givið honum bestu venjingarumstøður. Ein onnur avbjóðing hjá Kára á Høvdanum, ið sum nevnt er ryggsvimjari, er at í Beograd skal hann svimja í uttandura hyli. Vanliga brúka ryggsvimjarar loftið til at meta seg eftir, men tað ber av givnum orsøkum ikki til í uttandura hyli.
- Hesa avbjóðing ber í roynd og veru ikki til at fyrireika seg til. Men vit koma niður til Beograd sunnukvøldið og Kári hevur tí mánadagin og týsdagin til at venja seg við 50 metur, uttandura hylin, áðrenn fyrstu kappingina mikudagin.
FAKTA – Soleiðis svimja Pál Joensen (frí) og Kári á Høvdanum (rygg) til EJM í Beograd í næstu viku. Innleiðandi kappingarnar eru klokkan 08-1100, føroyska tíð. Og finalurnar eru klokkan 1630-1900, føroyska tíð.
Mikumorgun:
400 m frí, innleiðandi
100 m rygg, innleiðandi
Mikudag seinnapart:
400 m frí, finala
100 m rygg, hálvfinala
Hósdag seinnapart:
1500 m frí, finala (Pál Joensen beinleiðis í finaluna)
100 m rygg, finala
Fríggjamorgun:
200 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu
Fríggjadag:
200 m rygg, hálvfinala
Leygarmorgun:
50 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu
800 m frí, innleiðandi
Leygardag:
Hálvfinaluna í 50 m rygg
Finala í 200 m rygg
Finala í 800 m frí
Finala í 50 m rygg
Sunnudag:
Frí
Broytingar kunnu koma fyri, men verða hesar lýstar á Portalinum.
FAKTA – Tilmeldingartíðir hjá Pál Joensen og Kára á Høvdanum, samanborið við bestu tíðirnar í kappingini:
50 rygg - Kári J. á Høvdanum, 28.46, sekund. Fremstu avbjóðarar:
1. Adam Maczewski (POL) 26.08
2. Artem Dubovskoy (RUS) 26.17
3. Stefanu Mauro Pizzamiglio (ITA) 26.33
100 rygg - Kári J. á Høvdanum, 1:00.95. Fremstu avbjóðarar:
1. Christopher Walker-Hebborn (GBR) 55.61
2. Artem Dubovskoy (RUS) 56.34
3. Gabor Balog (HUN) 56.42
200 rygg - Kári J. á Høvdanum, 2:14.10. Fremstu avbjóðarar:
1. Gabor Balog (HUN) 1:59.00
2. Christopher Walker-Hebborn (GBR) 2:00.59
3. Radoslaw Kawecki (POL) 2:00.72
400 frí - Pál Joensen, 3:54.50. Fremstu avbjóðarar:
1. Alex di Giorgio (ITA) 3:53.19
2. Krzystof Pielowski (POL) 3:53.66
3. Raoul Shaw (FRA) 3:55.45
800 frí - Pál Joensen, 7:58.97. Fremstu avbjóðarar:
1. Krzystof Pielowski (POL) 8:02.02
2. Raoul Shaw (FRA) 8:04.71
3. Pavel Medvetskiy (RUS) 8:04.93
1500 frí - Pál Joensen, 15:20.13. Fremstu avbjóðarar:
1. Krzystof Pielowski (POL) 15:25.01
2. Artem Podyakov (RUS) 15:26.56
3. Raoul Shaw (FRA) 15.28.67
......
Rás2, Sosialurin og Portalurin vera við til EJM í Beograd. Tíðindi frá kappingini vera at frætta í øllum miðlum.