Ex-limir úr TÝR í PUB Manhattan

Í samband við at nógvar hvítar húgvur eru at síggja á gøtuni og útisetar eru byrjaðir at koma aftur á klettarnar fer PUB Manhattan at um vikuskiftið og komandi vikuskiftir at skipa fyri ymiskum live tónleiki. Komandi fríggjakvøldið er tað luttakarin á ársins songrødd Dánial Gomez sum fer at framføra kendar slagarar sum rættiliga setur lív í fjøldina. Eisini fer hann at framføra sang hann sjálvur hevur gjørt og sum hevur verði at hoyrt á Rás 2. Dánial hevur tað seinastu tíðina eisini verði gestasangari hjá Vilmonnum.

 

Leygarkvøldið fara ikki hvør sum helst at spæla livandi tónleik í PUB Manhattan. Tað verða fyrrverandi limirnir í tónleikabólkinum TÝR, sangarin Pól Arni Holm og guitarleikarin Jón Joensen sum fara at framføra kendan tónleik av alskyns oyrafallandi sjangri. Pól Arni er júst heimkomin til Føroyar at halda feriu og í hesum sambandi hevur eydnast PUB Manhattan at fáa teir at spæla í