Eyðgunn Samuelsen: Borgarnir velja politikarar at stýra

Sum tveir býráðslimir vísa á í bløðunum, so er undirskot á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu triðja árið á rað. Samtyktar eru útreiðslur, ið vilja økja skuldina hjá kommununi úr 90 mió til áleið 150 mió. Samstundis eru inntøkurnar methøgar. Eitt uppskot um at hækka skattaprosentið var ikki samtykt og var undirritaða ein av teimum ið atkvøddi ímóti.

Hækka skattin uttan fíggjarstýring
Eg hevði fleiri orsøkir til ikki at atkvøða fyri at hækka skattin. Tá ið vanligi borgarin ferð í bankan og biður um lán, so skal hann hava eina ætlan fyri, hvussu hann ætlar at gjalda skuldina aftur, nær hann byrjar, hvussu stór lánsgjøldini skulu vera, og um hann hevur eina inntøku, ið ger, at hann megnar at gjalda aftur. Eina slíka ætlan hevur Klaksvíkar Kommuna ikki!
Inntøkan hjá Klaksvíkar kommunu hevur í fleiri ár verið størri enn væntað, og hvat er hent? jú øll árini er meirinntøkan farin til óskipaða meirnýtslu og ikki til at gjalda skuld aftur við tí ongin langtíðarætlan er. Undirritaða ferð tí ikki at atkvøða fyri at taka meira inn frá borgaranum í skatti so longi sum hetta bara elvir til óskipaða meirnýtslu.

Kommunuskatturin rakar sosialt skeivt
Skattaprosentið í Klaks­vík er 20,75 % ið er om­anfyri miðal. Kommunu­skattaskipanin er saman­skrúða soleiðis at tað eru tær lægru inntøkurnar ið gjalda lutfalsliga meira í skatti enn tær hægru. Samstundis lækkar lands­stýri landskattin í 2004-2008 á ein hátt, ið gevur lægru inntøkunum minst skattalætta. Skal Klaksvíkar kommuna, uttan nakara lang­tíðarætlan, leggja stein oman á byrðu hjá teim lægstu inntøkunum, ikki við mínari atkvøðu !
Kommunan eigur ístaðin at ganga á odda og krevja at kommunuskattaskipanin verður endurskoða og hugt verður av nýggjum at skattabýtinum millum land og kommunnur – eisini eigur spurningurin um útjavning at vera umrøddur.

Raðfesting av íløgum manglar.
Klaksvíkin hevur eina tí­­líka stødd, at kravið frá borg­arunum til tænastu­støðið er næstan eins stórt og í Tórshavn. Munurin er at vit hava ikki teir inn­tøkumøguleikar í Tórs­havn hevur, tí krevur tað harða fíggjarstýring og raðfestingar yvir fleiri ár um vit skulu gera okkum nakrar vónir um at nøkta tørvin.
Trupuleikin í Klaksvíkar býráð er, at øll vilja lat í senn og ongin megnar at skera ígjøgnum. Hvørt ár verður byrja við einum ynskilista og síðan verður skorið so langt niður sum semja fæst um. Ì ár var ynskilistin á íløgusíðuni 92 mió (næstan øll inntøkan) og skorið var niður á 49 mió uttan stórvegis við­gerð, síðan var ætlanin sam­tykt uttan at hyggja fram­eftir. Soleiðis hevur verið arbeitt í fleiri ár, sjálvt um nøkur í áravís hava víst á tørvin á raðfesting og langtíðarætlanum, so hava politikarnir ikki megna at semjast um hetta enn.
Tað sum nú hendur í mun til undanfarin ár er, at við hesum politikki er skuldin nú so høg, at ikki ber til longur uttan antin at renna seg fastan, so ar­beiðir ið vera sett í verk møguliga mugu steðga av væntandi fíggjarstýringini, ella at fáa eina semju um raðfestingar og gera eina langtíðarætlan. Hetta krevur dirvi at skera ígjøgnum og rygg at standa ímóti við. Alt gott um at leggja búskarligu realitetirnar fram fyri fólkinum, men vit mugu ikki gloyma at tað eru politikarnir ið eru valdir at gera nakað við realitetirnar. Tað er ongantíð ov seint verður tikið til, og ongin ivi skal vera um at Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar býráð hevur og framvegis er til reiðar at vera við til hetta arbeiðið ongantíð ov skjótt.