Virðislønin er kr. 150.000,-. Landsstýrismaðurin í mentamálum letur Mentanarvirðisløn Landsins eftir tilmæli frá nevnd, umboðandi føroysk listafólk.
Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins.
Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur í grundgeving síni:
"Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Eyðuni Johannessen fyri leikstjórn burturi og heima. Lívsyrki hansara hevur verið at skapa listaverk burtur úr leikritum, føroyskum sum útlendskum. Hann hevur gjørt Shakespeare til føroyska leiklist eins og yngri klassikarar sum Másan eftir Tjekhov og Bíða eftir Godot eftir Beckett. Hann hevur á listarligan hátt leikstjórnað Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? eftir Jens Paula Heinesen og Glataðu spælimenninar hjá Williami Heinesen. Saman við leikbólkinum Grímu hevur hann umskapað sagnatilfar til nútíðarlist í Kvæðinum um kópakonuna. Eyðun Johannessen hevur harafturat lyft palllýsingina í føroyskum sjónleiki upp og givið henni ein listarligan dám. Sum leiklistarligur undangongumaður er Eyðun Johannessen ein ómetalig megi."
Umframt Mentanarvirðisløn Landsins hevur Mentamálastýrið gjørt av at seta á stovn Heiðursgávu Landsins. Landsstýrismaðurin í mentamálum letur Heiðursgávu Landsins eftir tilmæli frá nevnd, umboðandi føroysk listafólk. Heiðursgávan er kr. 75.000,- og verður hon latin fyri fyrstu ferð í ár.
Heiðursgáva Landsins verður latin einstaklingi, felagið og fyritøku ? t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri ? sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív.
Nevndin hevur gjørt tilmæli til landsstýrismannin um at lata Fuglafjarða Sjónleikarafelag Heiðurgávu Landsins fyri 2001, og sigur hon í grungeving sínari:
"Heiðursgáva Landsins verður latin Fuglafjarðar Sjónleikarafelag fyri at leggja lunnar undir, at Mentanarhúsið í Fuglafirði er bygt og komið at virka. Mentanarhúsið gevur ríka mentanarlívinum í Fuglafirði góðar karmar at virka í. Við tí hevur Fuglafjarðar Sjónleikarafelag víst á týdningin av at hava eitt felags mál og leggur Mentanarhúsið eitt gróðrarríkt støði undir virksemið. Fuglafjarðar Mentanarhús hevur alstóran týdning fyri tey, sum skapa og útinna á listarliga- og mentanarøkinum í bygdini. Tað stendur nú sum ein virðiligur varði, sum bæði vísir aftur til tað, sum var frammanundan og langt fram á leið. Ikki minst dregur Mentanarhúsið til sín tað, ið verður skapað aðrastaðni í landinum og uttan úr heimi."
Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðurgáva Landsins verða handaðar á almennum hátíðarhaldi, sum Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 22. oktober kl. 20.00.