Eyðun: Øll áttu at havt møguleikan at sæð B36-KÍ (FM1)

(FM1) Eyðun Klaksstein leggur upp til, at hinir fýra dystirnir í 27. umfari eiga at spælast tíðliga leygardagin. Hoyr eisini Hans Jørgen Djurhuus

##med2##

- Hinir fýra dystirnir eiga at leggjast klokkan 12 ella klokkan eitt leygardagin, og dysturin millum B36 og KÍ klokkan 15. Tí øll eiga at fáa møguleikan at síggja dystin millum B36 og KÍ, ella ið hvussu er at fylgja dystinum gjøgnum miðlarnar. 

Hetta heldur høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Eyðun Klakstein, ið tippar ein javnleik millum B36 og KÍ, ið merkir, at KÍ vinnur FM.

2) Hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus, ið er annar av venjarunum hjá ÍF. Hans Jørgen hevur KÍ sum favoritt til at vinna FM.

Hans Jørgen og Eyðun eru ikki ósamdir um, at Skála vann ein uppibornan 3-1 sigur á ÍF í Fuglafirði í dag. 

 

(Samrøður: Eyðun Klakstein, Skála og Hans Jørgen Djurhuus, ÍF)