Eyðun og Terji í Ishøj

Árliga Færø Regatta?in í Ishøj verður 12. juni. Dagurin byrjar á middegi og heldur fram til tann ljósa morgun. Eftir sjálva kapprógvingina, sum byrjar klokkan 13, spæla Eyðun og Terji til ókeypis dans í Neystinum.

 

Sambært fyrireikarunum er Atlantic Airways Færø Regatta, sum stevnan rópast, størsta føroyska tiltakið uttanfyri Føroyar. Kapprógvararnir møtast klokkan tólv, men sjávt tiltakið byrjar klokkan 12.30, tá Óluva Klettskarð setir stevnuna. Hálvan tíma seinni fer Heini Davidsen at siga frá kappróðrinum og klokkan 21.30 byrja Eyðun og Terji at spæla.

 

Kelda: FO Invasion